At
trúgva uppá at trúgva
At vit kunnu trúgva uttan at trúgva á eina ávísa religión ella trúarskipan er uppgávan viđ bókini At tro pĺ at tro – menneskesyn med mere hjá kenda danska hřvundinum Tor Nřrretranders.
Tá eg tók bókina viđ heitinum At tro pĺ at tro – menneskesyn med mere (2003) upp í hondina, dugdi eg ikki rćttuliga at ímynda mćr hvat eg skuldi vćnta. Sjálvt um at hon var fyrsta bók eg lćs av Tor Nřrretranders, so hevđi eg fleiri ferđir hoyrt um mannin; enntá sćđ hann í sjónvarpinum í samband viđ hansara nćstseinastu bók: Det generřse menneske (2002). Havi eisini fleiri ferđir haft klassikarin Mćrk verden (1991) í hondini; ein bók ímyndi eg mćr, sum tekur útgangsstřđiđ í náttúrvísindaligum frágreiđingum um, hvussu heimurin mřtir menniskjum og řvugt og hvat hetta skapir av upplivilsum í okkum.
Men At tro pĺ at tro, hvat kundi eg vćnta mćr? Fyri meg bar heiti brá av postmoderniteti har eitthvřrt er líka frćtt, sum hitt, tó at einki hevur nakran forrćtt. Ella kanska var hetta ein donsk bók, um nýggj ástřđi um trúarinnar pláss í nútímans heimi, sćđ út frá einum nátturalistiskum sjónarmiđiđ, har grundsjónarmiđiđ ofta er at fólk trúgva, av tí at teirra heili spćlir teimum puss? Spentur var eg at byrja uppá bókina.
At
trúgva at trúgva
Uff – um enn áhugaverd frá fyrstu reglu, so kom skuffilsi á nćstu síđu. Lance Armstrong – súklarin! – skrivar í síni ćvisřgu, um tá hann lá sjúkur, at hann rannsakađi seg sjálvan á síđstu legu síni, og fann ugga viđ at koma fram til at “I believed in belief, for its own shining sake.” Altso, hví í allari verđini skal Nřrretranders so umseta Armstrongsa úttalilsi viđ “At tro pĺ at tro” tá tađ er vanligt, innan danska filosofi í řllum fřrum, at umseta belief viđ overbevisning?
At trúgva uppá at trúgva er ein mřgulig fřroysk týđing, og tađ hevur líka, sum tađ enska ikki serligan trúar týdning – sjálvt um tađ kann og ofta hevur ein religiřsan týdning. Jú ok, tađ danska tro verđur eisini brúkt um gerandis sannfřringar – so eg mátti bara kasta mítt egosentrerađa sjónarmiđ frá mćr, og síggja at řll hesi kognitivu hugtřkini – hugtřk, iđ hava viđ okkara tankaeginleikar at gera – ikki eru heilt klárt greinađi.
Skjótt var eg aftur fangađur, tá eg fann útav, at hřvundurin hevđi sett sćr fyri at skriva eina bók um eitt týdningarmikiđ mál, iđ upptekur nógv í dag: kann eg enn trúgva í ljósinum av řktari vitan um t.d. menniskjans uppruna og hvussu heilin virkar tá hann skapar sannfřringar um alskyns mál, eitt nú trúarspurningar?
Um vit enn kunnu trúgva, hvussu kunnu vit so trúgva? Skulu vit t.d. trúgva bókstav fyri bókstav av tí, sum stendur í bíbliuni ella koranini, skulu vit trúgva uppá huldufólk, álvar og ađrir spennandi skabningar, ella skulu vit heldur fáa okkara trúgv at samsvara betur viđ núverandi vitan, ella skulu vit, sum ikki er heilt óvanligt, vera agnostikara – ikki trúgva og heldur ikki avnokta?
At
trúgva eini trúgv
At trúgva uppá at trúgva og at trúgva eini trúgv er ein týđandi munur iđ Nřrretranders ger. Řll menniskju trúgva – tey halda eitthvřrt um heimin, at hann er so og so; tey halda eitthvřrt um tey, sum standa teimum nćr o.s.fr. Nřkur trúgva ikki bert, at heimurin er so og so, men tey túgva eisini eini trúgv – hetta eru tey, sum geva teirra fatan eina religiřsa vending. Tey trúgva ikki bara uppá at trúgva, men trúgva uppá eina trúgv.
Tey klárastu dřmini uppá eina trúgv eru tćr stóru trúarskipanirnar; monoteisma: jřdadómur, kristindómur og islam; og polyteisma: hinduisma og budhisma (sum av summum verđur greina ímillum religiónir, iđ ikki trúgva uppá gudar, og av řđrum ímillum monoteismu!).
Í ávísan mun hava mřguleikarnir viđvíkjandi trúarspurningum veriđ skipađir útfrá sjónarmiđum viđvíkjandi trúvirđinum av serligum erfaringum ella sannroyndum, har menniskju uppliva okkurt, sum er střrri enn tey ella hava eina sterka kenslu av vera partur av tí stóra samanhanginum. Ein mřguleiki er at siga, at slíkar upplivingar eru trúligar og mest sannlíkt sannar. Annar mřguleiki er at siga, at slíkar sannroyndir eru ikki annađ enn bert villingarsjónir (illusión), iđ ikki hava nakran veruleika aftanfyri seg. Ein triđi mřguleiki er taka í álvara frábođanir um slíkar upplivingar, men ikki fella nakran dóm um tćr eru sannar ella trúligar.
Avnoktara – eingin religiřsur veruleiki er – finnast, men Nřrretranders vil gjarna hava loyvi til at taka í álvara serligar kenslur av at hoyra til, at vera góđur viđ síni nćrmastu og ynskja řđrum tađ gott heldur enn at vera ein snćvurskygdur egoist, hvřrs gerningar einans verđa gjřrdir fyri egnan vinning. Men at taka í fullum álvara tađ, iđ trúarskipanirnar leggja fyri dagin, er ov stórur biti at svřlgja. Hetta stríđir tó ikki ímóti einum ynski at royna at “formulera ein máta at trúgva uppá, sum er řđrvísi enn tann religiřsi mátin at trúgva, men samstundis virđir tćr sannroyndir um menniskjalíviđ, sum religiónirnar hava skapt.”
Tour de
force
Viđa um varđ eg fřrdur – frá řkonomi og neuro-řkonomi til spćlteori; frá Kant og hansara kenda muni á lutinir í sćr sjálvum og lutirnir fyri okkum til hansara kenda setning: “Tvey mál fylla střđugt sinniđ viđ nýggjari og afturvendandi undran og virđing jú oftari og meira áhaldandi eg hugsi um tey: stjřrnuhimmalin yvir mćr og morallógin innan í mćr” til Dostojevskijsa altíđ kjakskapandi niđurstřđu, “um eingin Gud er, so er alt loyvt”. Víđari til hormonskipanina hjá menniskjum har m.a. oxytocin fyrr var hildiđ einans at spćla ein serligan leiklut tá kvinnur fřđa, men síđani eisini hevur víst seg at spćla ein týđandi leiklut bćđi hjá kvinnum og monnum. Hartil ástřđi um religión, iđ byggja á Darwinsa tanka um evolutión ella úrreiving, har trúgv fremur mřguleikar hjá teimum, iđ trúgva at fáa avkom og gerast sterk.
Haraftrat tankar hjá Sokrates, Sřren Kierkegaard, William James og Niels Bohr, sum allir verđa lýstir á ein spennandi og lívligan hátt, alt til frama fyri málinum at greiđa frá mřguleikanum, um at trúgva uttan at trúgva á eina ávísa trúgv/religión.
Tankin er gamal og vćlkendur: heldur enn at taka útgangsstřđiđ í einum transendentum og fjarum Gudi, eiga vit taka útgangstřđiđ í menniskjanum, og teimum reaktiónsmynstrum, iđ ta vísir seg viđ. Men eru vit ikki heilt gjřgnumgangandi egoistiskt? Hvussu kunnu vit so finna okkurt positivt og gott at taka střđiđ útfrá; fřrir menniskja ikki seg sjálvt út í vónloysi um tann mátin, iđ tađ er uppá liggur til grund fyri eini heimsmynd?
Enter spćlteori og neuro-řkonomi – sjálvt um ástřđini, iđ hesi granskingarřki leggja fyri dagin, ikki eru stađfest enn, leggja tey seg, sambćrt Nřrretranders, nćr viđ almennar hugsannir um viđurskiftini. Eitt nú viđ hugtřkum, sum m.a. danski gudfrřđingurin Lřgstrup, er kendur fyri: spontane ella suverene livsytringer, iđ sipa til beinleiđis og óreflekterađu góđvildina og viljan at vera viđkomandi fyri onnur menniskju. Um onkur mřtir tćr á gřtuni og spyr teg um klokkuna, so ert tú fyrikomandi og mřtandi og umhugsar ikki, hvussu tú best kanst fáa vinning úr střđuni. Ella tú hugsar ikki, at viđkomandi hevur duldar ćtlanir viđ at spyrja teg um klokkuna. Stutt sagt: tađ er eitt álitisforhold ímillum tykkum. Hendan niđurstřđu er júst tann sama sum royndirnar hjá neurořkonomi og spćlteori vísa á: heldur enn at síggja okkum, sum gjřgnumgangandi sjálvsřkin, so vísa royndir, at eitt grundleggjandi álitisforhold er ímillum okkum menniskju.
Lřgstrup setti fram áđur nevndu hugtřk í eini roynd at koma útum Kierkegaard, iđ fyri hann órćttvíst setti kćrleikan til Gud framum kćrleikan til menniskju. “Kierkegaard ger sambćrt Lřgstrup kćrleikan til nakađ ‘principielt’, heldur enn nakađ konkret.” Fyri at renna saman munin á at trúgva uppá at trúgva og at trúgva uppá eina trúgv viđ Kierkegaariansk hugtřk, so er hóskandi, at peika á at Lřgstrup helt, at Kierkegaardsa kćrleiki, iđ hoyrir til tann sokallađa religiřsitet B – tann serligi kristni formurin fyri religiřsitet, ella trúgv – fřrdi viđ sćr eitt stríđ viđ tann vanliga kćrleikan, iđ hoyrir til religiřsitet A. Soleiđis er mřguligt at trúgva uppá at trúgva, uttan at trúgva uppá eina ávísa trúarlćru; viđ at síggja, at í menniskjanum býr ein spontan grundleggjandi trúgv, eitt álit á hvřnn annan, at vit hugsa um hvřnn annan og vilja hvřnn annan, so er óneyđugt viđ einum kćrleika iđ kemur uttanífrá.
At trúgva
eini trúgv – ein forkláring?
Frá mínum optikki, er At tro pĺ at tro ein spennandi bók, iđ ikki, sum ađrar náttúruvísindaliga inspirerađar břkur, royna at snćra og dreyga ta stóru siđvenju at greiđa frá og tulka djúptsitandi kenslur og mátar at geva okkum til kennar uppá, sum trúarskipanir ígjřgnum nřkur túsund ár hava roynt at greiđa frá, til einans at grundast í t.d. at heilin hjá okkum spćlir okkum puss. Harafturat, at hann heldur enn at forkasta slíkar royndir, sum ótýđandi og ikki á nakran hátt fremjandi fyri menniskjuliga vćlveru, roynir at seta slíkar royndir í eitt střrri perspektiv har millum annađ řkonomi, neourovísidni, lívfrřđi, sálarfrřđi, mannfrřđi, teologi og filosofi fáa hvřr sín lut í hesum spennandi og altíđ týđandi evniđ.
Um vit eru tilreiđar at geva okkum yvir til ein almennan religiřsitet – eina trúgvandi ateismu, sum Nřrretranders kallar tađ – sum ikki hevur pláss fyri trancendentum hugtřkum, “men sum á hinari síđuni viđurkennir, at ‘meir’ er, at álit og tađ at geva seg yvir til tađ, iđ vit ikki heilt fata (det uoverskuelige) er grundleggjandi í einhvřrjum lívi, sum hevur pláss fyri at trúgva uppá at trúgva” er trupult at siga. At fleiri spurningar, iđ ávísar trúgvir – trúarskipanir – hava haft góđ svřr til, alsamt fáa střrri mótspćl er tó ikki yvir at dylja. Tó kunnu vit hava ein iva um, at fólk túgva eini trúgv, av tí at tađ er ein frágreiđing ella ein góđ forkláringin uppá teirra upplivingar og tískil ivast, um betur vísindaligar forkláringar máa střđi undan trúnni á eina trúgv.