Eitt sindur um vísindaástøði – er vísindi skilborin?

 

John D. Olsen

jdalo@msn.com

 

Úrslit av fatanarevnum hjá einstaklingum vísa seg allastaðni. Vísindaligt virksemi gevur ábending um, hvussu evnini til at fata, at gera eftir og at skapa burturúr nýggjum, er ein aðaltáttur hjá okkum menniskjum – vísindi er skilborið, um nakað er skilborið.

 

Vísindi hevur gjørt ómetalig framstig hesi seinastu tveyhundrað árini. Úrslit av vísindaligum arbeiði eru allastaðni rundan um okkum. Hygg eftir teimum tólum, ið lætta um okkara gerandisdag. Hugsa um læknavísindi, hvussu ómetaliga stóran týdning hon hevur haft; og óiva, í enn størri mun, fer at hava í framtíðini. Hugsa um hvussu nógvar sjúkur, sum fyrr høvdu deyðiligar fylgir, í dag lættliga kunnu grøðast. Hugsa um samferðslukervið, ferðamøguleikar, samskiftismøguleikar og frítíðarmøguleikar, hjá bæði ungum og eldri. Í ávísan mun kunnu allir hesir hentleikar førast aftur til úrslit, sum vísindi hevur nátt.

 

Hvat er vísindi? Vísindi er eitt skilborið bragd, kundi eitt svar verið. Ein annað svar kundi verið at greina vísindi í andsøgn til gudfrøði. Lýsingin kastar ljós yvir, at vísindi arbeiðir við at náa úrslit, ið kasta ljós yvir veruleikan. Vísindi hjálpir okkum at skilja og møguliga at temja heimin. Harafturímóti arbeiðir gudfrøði við opinberaðum tilfari, ið hevur sannleikan um veruleikan. Gudfrøði hevur Sannleikan (stórt S), í mun til vísindi, sum søkir sannleikan (lítið s).

 

Umframt at lýsa vísindi í andstøðu til gudfrøði, er vanligt at skilmarka vísindi við at siga, at hon arbeiðir út frá tilfari, ið ikki megnar at geva okkum sannleikan við stórum S. Vísindalig úrslit eru altíð fallibil, t.e. úrslitini kunnu vera skeiv. Grundin til at vísindalig úrslit altíð kunnu vera skeiv er, at hátturin, ið vísindi nýtir til at røkka úrslit, er fallibilur. Nær eru nøkur úrslit in-fallibil? t.e. nær eru tey soleiðis hátta, at ómøguligt er fyri tey at vera skeiv?

 

Úrslit sum ikki kunnu vera skeiv kunnu verða rokkin við sokallaðum deduktivum próvførslum. Ein slík próvførsla er hendan: 1. Øll súgdjór geva teirra ungum bróstamjólk. 2. Seyður er súgdjór. 3. Tískil súgva (seyða) lomb bróstamjólk. Tað sum eyðkennir hesa próvførslu er, at einki nýtt liggur í ella kemur til sjóndar í niðurstøðuni, ið ikki longu lá í dómsgrundunum. At seyðir eru súgdjór, vistu vit áðrenn, niðurstøðan var gjørd – niðurstøðan (3) lá í dómsgrundunum (1) og (2) – niðurstøðan var drigin út úr dómsgrundunum.

 

Við øðrum orðum fylgir niðurstøðan dómsgrundunum. Við fylgir meinast, at um dómsgrundirnar eru sannar, so er niðurstøðan, sambært skilvísindi, eisini sonn (um vit ikki hava gjørt ein skilvísindaligan feil).

 

Induktión

Í vísindaligum høpi fylgja niðurstøðurnar ikki dómsgrundunum á sama hátt, sum í deduktivari próvførslu. Í vísindindaligum samanhangi eru niðurstøðurnar generaliseringar ella forsagnir frá informatiónum, har niðurstøður (generaliseringar ella forsagnir) ikki fylgja dómsgrundunum (informatióninum) eins í deduktivari próvførslu. Hugsa um hesa generalisering: kongafiskur 1 er reyður, kongafiskur 2 er reyður....allir kongafiskar eru reyðir (eisini teir sum vit ikki hava sæð). Her hava vit informatiónir um einstakar kongafiskar, ið vísindamenn hava eygleitt. Út frá hesum eygleiðingum verður niðurstøða gjørd viðv. øllum kongafiskum – at teir eru reyðir. Hátturin, ið vísindi nýtir til at koma við generaliseringum, nevna vit induktión.

 

Eitt annað eyðkenni, sum er vert at taka við, er munurin ímillum a priori og a posteriori próvførslu/vitan. Í døminum um súgdjór kanst tú sita heima í sofuni og tonkja teg fram til niðurstøðuna. Tað einasta sum er neyðugt er, at tú skilur hugtøkini um súgdjór og seyð o.s.fr. Ikki er neyðugt, at tú fert út at kanna heimin fyri at náa niðurstøðuna. Vitanin, ið tú fær, er ikki treytað av, at tú gert tær royndir av seyði og súgdjórum – vitanin er a priori. Í kongafiska-døminum harafturímóti kunnu vit ikki koma til niðurstøðuna uttan at hyggja eftir einstøkum kongafiskum. Niðustøðan er treytað av, at royndir eru gjørdar. Vit kunnu ikki siga um kongafiskar, at teir eru reyðir, uttan at hava hugt at kongafiskum – vitanin, sum vit fáa við hesum døminum, er a posteriori.

 

Ein áhugaverd avbjóðing liggur í at vísa, at induktión er álítandi háttur at røkka úrslitum. Heimspekingar hava ført fram, at um vit ikki kunnu vísa ella prógva, at induktión er skilbundin, so kunnu vit heldur ikki siga, at vísindi er skilborin. Um vit halda, at vísindi er, um nakað, skilbundin – tað lærir hugskygni – so mugu vit kunna vísa, at induktión er skilbundin.

 

Nógv kjak innan vísindaástøði snýr seg um, hvussu ella um induktión yvirhøvur er skilbundin. Um einasti háttur, ið vísindi hevur at náa úrslit við, er ígjøgnum induktión, so er neyðugt at vísa at induktión er álítandi, fyri at vit kunnu siga, at vísindi er skilbundin; soleiðis ljóðar avbjóðingin.

 

Tann vakni lesarin hevur kanska longu sæð, hvussu ringt tað er at vísa, at induktión er álítandi. Trupulleikin er, at um vit ynskja at vísa at induktión er skilborin, so er hetta ikki møguligt uttan at brúka induktión, og harvið gerast vit sek í at ganga í sirkul – at argumentera í sirkul kann ikki vera at vísa at induktión er álítandi. Hesin trupulleikin verður av og á róptur Hume’sa trupulleiki, eftir bretska heimspekinginum David Hume (1711-1776). Hume førdi fram at um eitt argument gevur okkum vitan um niðurstøðuna, so má argumenti rættvísgera okkara vitan um niðurstøðuna, uttan at ganga í sirkul. Tað gongur jú ikki at siga, at induktión er skilbundin tí hon er skilbundin.

 

Peter Strawson (1919 - ), bretskur heimspekingur, førir fram, at vit kunnu vísa at induktión er álítandi við at heita á tað, ið hann nevnir uniformitets-tesan. Uniformitets-tesan sigur, at heimurin vil vera soleiðis í framtíðini, sum hann hevur verið í fortíðini. Av tí at heimurin er uniformur kunnu vit vísa at induktión er álítandi, og tískil at grundleggjandi hátturin hjá vísindi at náa vitan er skilbundin. Men trupulleikin er at vísa, at uniformitets-tesan er álítandi. Hvussu vita vit at uniformitets-tesan er álítandi? T.d. kunnu vit vísa á, at allar okkara royndir vísa, at uniformitets-tesan er álítandi. Hvussu vita vit hetta? Við at taka fyri givið at okkara royndir eru álítandi. Tað kunnu vit tíanverri ikki, ljóðar avbjóðingin. Vit kunnu einans vísa, at uniformitets-tesan er álítandi við at brúka induktión. So uniformitets-tesan loysir ikki trupulleikan – men flytur einans spurningin á annað stað.

 

Illa sett krav

Ein spurningur verdur at seta í hesum sambandi er hesin: hví er tað neyðugt at skula vísa, at induktión er álítandi, áðrenn vit vilja geva hugtakinum lýsingina: skilborin. Okkara hugskygni sigur jú, at vísindaligt virksemi er klárt skilborið, so kanska er tað kravið ella spurningurin, ið er illa settur.

 

Somu avbjóðing, ið vit settu induktión, kunnu vit seta okkara egnu sansingargøgnum. Er tað einans skilborið at líta á sansingargøgnini, um vit kunnu vísa at tey eru álítandi? Um vit ikki kunnu vísa hetta, so er ikki skynsamt at líta á sansingargøgnini. Parallelurin er klárur: um vit ikki kunnu vísa at x er álítandi, so kunnu vit ikki siga, at tað er skilborið at brúka x. Harumframt er hugskygni sera klárt, tá talan er um okkara egnu sansingargøgn: tað er skilborið at líta á tey. Men vit kunnu ikki vísa, at okkara sansingargøgn eru álítandi, uttan at nýta sansingargøgnini til hetta. Sostatt kunnu vit ikki siga, at vit hava víst at okkara sansingargøgn eru álítandi. Um kravið er at vit skulu vísa at tey eru álítandi, uttan at nýta okkara sansingargøgn, so er hetta ómøguligt.

 

Kanska eitt sindur av ljósi kann verða kasta á málið, um vit spyrja hendan spurningin: er tað skilborið ikki at líta á sansingargøgnini? Tveir tankar eru nærliggjandi her. Fyri tað fyrsta vísir tað seg, at vit ikki kunnu annað enn líta á okkara sansingargøgn. Ímynda tær hvussu var vorið um tú, tá tú sá 4 ára gamla son tín liggja og vifta við armunum við høvdinum undir vatnskorpuni í svimjihylinum; sum tú visti at hann ikki rakk á botn í. Í hesum førinum er tað ikki ein spurningur um at vilja ella meta at sansingargøgnini eru álítandi – tað verður tikið fyri givið.

 

Fyri tað næsta, um vit ikki litu á sansingargøgnini, so vildu vit óiva víst tekin uppá álvarsliga sjúku. Tað er ikki soleiðis, at tann, ið lítur á síni sansingargøgn (sjálvt um viðkomandi ikki hevur víst at tey eru álítandi), vísir manglandi skil; men heldur at tann, ið ikki lítur á síni sansingargøgn, vísir manglandi skil. Um Karin, ið metir at hennara sansingargøgn ikki eru álítandi, sá son í neyð í svimjihylinum, so vildi tað verið eitt tekin uppá manglandi skil, um hon setti teg á beinkin fyri at grunda yvir, um sansingargøgnini í hesum førinum kanska góvu álítandi informatiónir.

 

Møguleiki er sostatt fyri, at kravið til induktión er órímuligt. Hesin varhugin verður stuðlaður, tá sama krav ikki kann verða møtt, tá umræður okkara sansingargøgn. Hervið er als ikki sagt, at allar induktivar niðurløgur eru álítandi ella skilbornar, eins og tað eiheldur er sagt, at allar fatanir gjørdar við hjálp av okkara sansingargøgnum eru álítandi – tað er eyðsæð, vit taka feil og eru óskynsom til tíðir. Við hesum er einans víst, at um vit halda, at tað er skilborðin meting, at okkara sansingargøgn eru álítnandi, so kunnu vit eisini halda fast í okkara hugskygni um, at vísindi er skilborin, hóast vit ikki hava víst (t.e. uttan sirkularitet) at  induktión er álítandi.