Eitt sindur um heimspeki I

 

John D. Olsen

Jdalo@msn.com

 

 

 

Tey flestu hava eina ímynd av, hvat heimspeki er. Heimspeki er føroyska heitið fyri philosophia (lat.) Í gerandisdegnum hoyra vit javnan, at Per ella Pól filosoferar. Vit hoyra hetta eftir, at viðkomandi setur fram tað, sum verður roknað fyri ynskidreymar. Spyrja vit nærri um heimspekina, er ikki altíð lætt at geva eitt greitt svar.

 

Spurningar, sum vit av og á spyrja okkum sjálvi, eru evnir sum heimspekin roynir at svara. Spurningar sum: hvat er veruliga til. Spurningar um hvat vit kunnu vita, um vit yvirhøvur kunnu vita nakað. Spurningar um ein gerð er røtt ella skeiv. Spurningar um meiningina við lívinum, ella um ein slík finnist. Spurningar um avleiðingar av nýmótans vísind, um myndin, sum vísindin gevur okkum av veruleikanum, er sonn.

 

Slíkum spurningum roynir heimspekin at svara. Ein lítillætin roynd verður gjørd at svara slíkum spurningum ígjøgnum hesa greinarøð, ið er hugsað sum ein innføring í nakrar av greinum heimspekisins.

 

Ofta verður sagt, at philosophia, hevur ta etymologisku merkingina “kærleiki til vísdóm” frá tí grikska “filo” kærleiki, og “sofia”, vísdómur. Í »Føroysk Orðabók« stendur um heimspeki: “frøðigrein um hugsan manna um tilveruna.”

 

Thomas Nagel, ein víðagitin amerikanskur heimspekingur, skilur í bókini »What Does It All Mean?« heimspekina frá øðrum frøðigreinum á henda hátt: Ein søgufrøðingur kann spyrja, hvat hendi einaferð í fortíðini, heimspekingurin vil spyrja, hvat er tíð? Ein støddfrøðingur kannar lutfallið ímillum tøl, ein heimspekingur spyr, hvat er eitt tal? Ein alisfrøðingur spyr, hvat atomir eru gjørdar av, ella hvat greiður frá tyngdarmegi, men ein heimspekingur spyr, hvussu kunnu vit vita, at nakað er til uttan fyri okkara egnu tilvitan ella tankar?

 

Heimspeki, ein serstøk hugsan?

 

Ein av teimum fyrst kendu heimspekingunum, Heraklit, (540-490 f.Kr.) skilir sína hugsan fra tí mytologiski hugsanini, við at geva eina natúrliga frágreiðing uppá tilveruna. Natúrlig í mun til ta mytologisku hugsanina, sum svarar spurningum, sum taka seg upp, við at peika á gudarnar sum frágreiðing. Heraklit har aftur ímóti royndi at svara spurningum um tilveruna, serliga spurningar um broyting, við einum greiðum og stuttum svari. Heraklit vildi verða við, at broyting hevur uppruna í einleika; nevniliga, í einari røð av sýkliskum transformatiónum av grundleggjandi evnum. Heraklit helt t.d., at eldur broytist til vatn, og at vatn broytist til jørð. Á hendan hátt verður sagt, at Heraklit finnur fram til eitt frumevni: eld. Tann innleiðandi lýsingin av heimspekini verður so: hugsan manna um tilveruna,  sum kan førast aftur til eitt frumevni. Altso, ein roynd at hugsa um tilveruna, bygd á stuttar og geiðar frágreiðingar.

 

Heimspeki, ein serstøk hugsan – at føra fram sjónarmið.

Heraklit førdi fram síni sjónarmið soleiðis, at próvførslan ikki steðgar við t.d. at siga, at gudarnir eru upprunin til broyting. Um vit ikki eru nøgd við svarið, sum Heraklit gevur okkum, og vit ynskja at seta okkum ímóti hansara niðurstøðu á ein hátt hóskandi heimspeki, so er ikki nóg mikið, at vit siga “hatta er ikki satt”, ella “hasum trúgvi eg ikki”. Heimspekingurin má føra fram sítt sjónarmið á ein slíkan hátt, at niðurstøðan fylgir tí sum liggur til grund fyri niðurstøðuni.

T.d. kundu vit ført fram sjónarmið, ætlað at máa undan Heraklits niðurstøðu, við at sagt: “Um eldur er frumevnið sum liggur til grund fyri allari broyting, so máttu vit sæð eld, tá tú Heraklit, flytir teg fra vaskistaðnum til eldstaðin. Men vit síggja ikki eld tá tú flytir teg. Tískil er tað ikki eldur, sum liggur til grund fyri allari broyting.”

 

Tá heimspekingar føra fram sjónarmið, er tað ynski teirra, at niðurstøðurnar fylgja tí, sum liggur til grund fyri niðurstøðuni. Um tín vinmaður ella vinkona segði við teg, at hann/hon ikki fór at súkkla til arbeiðis ella í skúla í dag, av tí at fýra toskar vóru vilstir á Norðhavinum, so hevði tú uttan iva undrast á sambandi millum niðurstøðuna (hon/hann fór ikki at súkkla til arbeiðis ella í skúla í dag), og grundina fyri niðurstøðuni (at fýra toskar vóru vilstir á Norðhavinum). Tú vildi sagt “Hatta hongur ikki saman”. Harafturímóti vildi tú ikki undrast, um grundgevingin var at súkklan var stolin.

 

Á líknandi hátt roynir heimspekingurin, at føra fram sjónarmið, soleiðis at niðurstøðurnar fylgja grundgevingini.

 

Heimspeki – ein roynd at finna meginsjónarmið.

 

Platon (427-327 f.Kr.):

Heraklit, sóu vit, spurdi hvat tað var, sum lá aftan fyri broyting. Aðrir heimspekingar í gamla Grikkalandi spurdu líknandi spurningar. Platon og Aristoteles spurdu, hvat liggur til grund fyri tí, sum er. Platon vildi verða við, at tað sum menniskjan sær ella kann hava royndir av, einans eru ófullkomnar myndir ella villingarsjónir av tí veruliga, nevniliga formar ella ímyndir (idé). Platon vildi við øðrum orðum verða við, at okkara royndarlív ikki er annað enn skuggar av tí sanna. Uppgávan hjá heimspekinginum er sambært Platon, at náa royndir av formunum ella ímyndunum. Royndir sum einans hava skuggamyndir til grund, rópar hann doxa, á føroyskum meining. Royndir av ímyndunum og formunum, rópar hann episteme, á føroyskum sannkenning.

 

Um vit byggja okkara sjónarmið uppá royndir av skuggamyndum, náa vit ikki sannkenning, men eru eins og í myrkri. Haraftur ímóti, um royndirnar byggja á teir óbroytandi formanar og ímyndirnar, eru vit í tí støðu, at sannkenna. Við øðrum orðum verður sagt, at royndir sum ikki leiða til teir óbroytandi formarnar, ikki hava týdning í samband við at sannkenna. Sannleiki kann ikki verða at finna í støðugt broytandi skuggamyndum! Tískil sigur Platon: hyggið eftir teimum óbroytandi formunum og ímyndunum um tit ynskja sannkenning.

 

Aristoteles (382-322 f.Kr.):

Vanliga verður Aristoteles settur upp ímóti Platon, tá ræður um at finna fram meginsjónarmið. Sjónarmiðið, ið Aristoteles førir fram, er at tað er møguligt at finna fram til tað, sum er mest grundleggjandi, hóast at stólar, fólk, djór o.s.fr., ting sum vit hava royndir av, broytast. Málið er, eins og tað var hjá Platon, at finna – at sannkenna – tað sum er óbroytandi í tí støðugt broytandi heiminum.

 

Tað sum skilir Platon og Aristoteles er, at Aristoteles sigur, at tað ikki er neyðugt at innføra óítøkiligar hugmyndir, sum form og ímynd, men at lutirnir, í sjálvum sær, hava ein substans. Hesin grundleggjandi eginleikin – substans – er møguligur hjá menniskjum at sannkenna. Fyri Aristoteles merkir substans, tað sum liggur aftanfyri ymiskar hættir, ein lutur kann vísa seg uppá – tað sum verður verandi tað sama, sjálvt um luturin broytist.

Platon og Aristoteles

Lýst á hendan hátt síggja vit, at ein heimspekingur er ein, sum roynir at koma fram til sannkenning av einum grundleggjandi liði, sum kan greiða frá, hví tilveran er sum hon er, við hjálp av sjónarmiðs-framførðslu, har niðurstøðurnar fylgja grundgevingunum.

 

Heimspeki – ein frøðigrein

 

Skilvísindaligt kerv:

Í øðrum frøðigreinum – so sum alisfrøði og støddfrøði – verður roknað við einum samanhangandi kervi av hugtøkum, sum ger tað lættari at koma til semju viðvíkjandi ymiskum umtalsevnum. Um heimspeki skal gera sær ta vón, at framferðahátturin, sum er kendur í teimum sonevndu nátúrvísindaligu frøðigreinunum nakrantíð verður náddur, skal vera ósagt.  

 

Í eini roynd at náa semju um ymiskar hættir at koma frá grundgevingum til niðurstøður, hava skilvísindamenn (logikara) ment eitt sokallað formelt skilvísindaligt kerv. Hetta skilvísindaliga kerv skal nærum verða ein svarlisti yvir, nær ein sjónarmiðs-framførðsla er soleiðis háttað, at niðurstøðan fylgir grundgevingunum ella fortreytunum. Ofta verður eitt slíkt system kalla sentential calculus ella eitt sætnings logisk system.

 

Við hjálp av kervinum er lættari at meta um ein sjónarmiðs-framførðsla leiður til sannleika(r). Eitt slíkt kerv kan tó ikki siga hvørjar dómsgrundir (præmisser) eru sannar; harvið er tað ein treyt, at um dómsgrundirnar eru sannar og eingin leikur í sjónarmiðs-framførðsluni stríðir ímóti teimum skilvísindaligu loyvdu leikunum, ja so er niðurstøðan sonn.

 

Ástøðis og verkligur skilnaður:

Siðvenja er at greina heimspekina sundur í eina ástøðis og eina verkliga síðu. Sjálvt um eingin háttur er algildur, so gera vit tað soleiðis: Ástøðis-heimspeki (vita contemplativa) umfatar sannkenningarfrøði, uttanroyndarvísindi, vísindaástøði/vísindaheimspeki, og trúðarheimspeki. (Á donskum: erkendelsesteori, metafysik, videnskabsteori/videnskabsfilosofi, og religionsfilosofi.) Og verklig-heimspeki (vita activa) umfatar siðafrøði, politiska-heimspeki og fagurfrøði. (Á donskum: etik, politisk filosofi og æstetik.)

 

Í komandi greinunum verður miðað ímóti, at geva lesaranum eina innføring í hvørja einstaka av omanfyri nevndu frøðigreinum, so at vit kunnu koma nærri at einum svari enn omanfyri, uppá hvat heimspeki er. Einum svari millum fleiri eigur at viðmerkjast.