Kladda
Filosofisk naturalisma
Greinarøð í 2 pørtum
Naturalisma - fyrri partur
Hvat er Naturalisma?
Heimsáskoðan
Ein og hvør sum hevur eina
áskoðan í einum málið hevur eina hugsan
um viðkomandi mál. Ein hugsan um
ávíst mál, er oftast heft at fleiri øðrum hugsanum, ið beinleiðis ella
óbeinleiðis hava við málið at gera. Samanumtikið kunnu vit kalla hesar hugsanir
fyri eitt tanka-sett. Ein og hvør sum
grundar síni sjónarmið á eitthvørt,
grundar hesi sjónarmið í einum tanka-settið
– á henda hátt kunnu vit eisini siga, at viðkomandi grundar síni sjónarmið á ein hátt at síggja veruleikan. Ein máti at síggja veruleikan uppá loyvi eg
mær at nevna eina heimsáskoðan.
Tað eru rættuliga nógvar
heimsáskoðanir, kanska líka nógvar sum menniskju eru, men eg loyvi mær at gera
tveir kassar í eini roynd at viðgera og lýsa sjónarmið, ið vit menniskju hava.
Kassarnir eru naturalisma og supernaturalisma. Í hesi greipuni vil eg nema við
naturalismu.
Filosofisk naturalisma
Filosofisk naturalisma er,
sambært Micheal C. Rea, frá Univerity of
Notre Dame, ortodoksi í dag. Men filosofisk naturalisma er ikki einføld at
greina. Fyrst og fremst er trupulleikin, at filosofar og onnur hava ymiskar
meiningar og ymisk boð uppá hvat naturalisma er. Harafturat er naturalisma eitt
sera alment hugtak, ið ikki bert kann nýtast um eitt ávíst evni – t.d. vísindi
– men kann brúkast um einhvønn part av øðrum vísindagreinum so sum: semantisk
naturalisma, moralsk naturalisma og trúar naturalisma.
Yvirordnað verður ofta sagt um
naturalismu, at annahvørt er hon um teir lutir
ið eru, ella er hon um mátan ið vit
kenna lutirnir uppá: ontologisk og epistemologisk naturalisma. Ontologisk
naturalisma spyr um hvørjir lutir eru til, um hvørja náttúru teir hava, hvønn
máta teir vísa seg uppá. Epistemologisk naturalisma, eisini kallað metodologisk
naturalisma, spyr um vit kunnu vita nakað yvirhøvur, og um so er, hvat liggur
til grund fyri vitanini.
Heilt stutt kunnu vit siga, um
naturalismu, at hon hevur kroyst Gud og aðrar andligar
støddir út ur heimsmyndini.
Niðanfyri verður ein roynd gjørd at vísa á ein part av modernaða upprunanum til
naturalismu, og hvarvið fáa innlit í hvussu hugsjónarliga lendi var velt
soleiðis at metafýsiskar lutir vórðu kroystir út úr heimsmyndini.
Í 17. og 18. øld henda nógv
vísindalig framstig, ið liggja til grund fyri okkara máta at síggja og døma um
veruleikan. Tað er um hetta mundi, at tann mekaniska hugsjónin vinnur fram. Øll
náttúran fylgir mekaniskt eftir nøkrum lógum. Newton (1643 -1727) er eitt
klassiskt dømi. Grundvøllurin í hesum mátanum at granska er at gera
matematiskar modellir av observatiónum, og við matematiskum funktiónum og
formlum, at fyriboða t.d. rásir á himmallikamum.
A. N. Wilson byrjar ævisøguliga
viðgerð av spurninginum, um Gud ella ikki Gud, í bókini Gud’s Funeral (Guds jarðarferð), við at skitsera filosofiska
landslagið. Týðandi persónar í hesum landslagnum, eru stórir teinkjari sum
Descartes, Hume, Kant.
Upplýsningar-speki
Vert er at leggja til merkis at
allir hesir filosofarnir eru virknir um tað mundi, ið vanliga verður kallað
upplýsingartíðin. Fyri hvønn einstakan av hesum filosofunum, er galdandi, at
teir uppá hvør sín máta, hava lagt grundarlagið fyri eftirfylgjandi
hugvísindaligum ráki – sum ikki einans ávirkar filosofar og vísindafólk, ið
arbeiða á kanningarstovum og kontórum runt um í heiminum, men eisini hevur
ávirkan á ta breiðu hugsjónina.
Rationalisma
Descartes gjørdi radikalan mun á
materiu og tankanum. Menniskjan er ikki bert ein materiellur substansur, ið
strekkir seg út í rúmið, men er samstundis ein andlig vera, ið er før fyri at
hugsa og meta um ymisk viðurskifti. Carteiansk dualisma (ið eyðkennir
áskoðanina hjá nógvum kristnum fólki) gjørdi avgerandi mun á hesum báðum
partunum. Sambært honum, er tað bert vit menniskju, ið hava hesar báðar
eginleikarnar. Onnur djór eru bert automatir, ið uttan tanka virksemi reagera
uppá útvortis ávirkan. Vit eru ein art automata, men harafturat eru vit eisini
samstundis skapningar, ið hava tankan sum frítt kann velja at hugsa og gera
eftir egnum ynski.
Harafturat eiga vit at hava í huga,
at sambært Descartes er tað ein serligur táttur hjá menniskjum, at(til)ognað
sær vitan, ið finnur sítt vissa ella sikra grundarlag í tankavirksemi
menniskjans; at finna tað sikra grundarlagið eftir, at allir tankar vóru
vigaðir av tí sokallaða radikala ivanum. Descates var ikki bert filosof, hann
var, sum nógvir aðrir filosoffar tá á døgum, eisini vísindamaður, í hvørs
optikki alheimurin var eitt stórt matematiskt system av materiu í rørslu.
Empirisma
Fyri David Hume (1711 - 1776) var
tað vónleyst at vænta at finna slíkt grundarlag, sum Descartes leitaði eftir.
Sannkenningarførleikin hjá okkum er ikki førur fyri at etablera nakað sikkurt
fundament um empirisk viðurskifti. Tá empirisk viðurskifti eru einasta umráði,
ella evni, sum okkara sansingargøgn kunnu fyrihalda seg til, er ómøguligt at
veita fullkomna vissu fyri grundarlagnum fyri sannkenning. Um onkur
viðurskifti, ið menniskju fyrihalda seg til, t.d. religión ikki svara til onkra
empiriska ávirkan á okkara sansingargøgn, eiga vit, sum Hume ofta verður
siteraður fyri, at kasta tankarnar á báli. Av tí at flestu trúar útsagnir – so
sum: Gud er til – ikki hava sítt
grundarlag í empiri, verða slíkar útsagnir ikki mettar at standa seg við
skil-dómstólin.
Harumframt er umráðandi at hava í
huga kritisku viðgerðina av sokallaða kosmologiska argumentinum, ið hevði sum
mál at grundgeva fyri eksistensinum av einum formgevara, av tí at heimurin sær
út til at hava ein ávísan form. Í Humeskum optikki, megna tey klassisku
argumentini ikki at prógva tað tey eru ætlað, umframt at trúvirðið og
rationella støðið aftan fyri supernaturalismu er við at vera máa burtur. Ikki
einans tí at argumentini ikki halda, men eisini tí at empiriskar frágreiðingar
vóru tøkar, ið ikki tørva ein formgevara, men tilskila formin til mekaniskar
prosessir.
Kant
Immanuel Kant (1724 -1804), ið
sigur seg vera vaknaðan úr sínum dogmatiska svøvni av Hume, sá trúvirðið í
Humesa áherðslu á empiri, men var rímiliga kritiskur yvirfyri grundarlagnum, ið
Hume bygdi sítt sannkenningar ástøðið á. Fyri Kant at síggja, var Hume einans
hálvakin tá hann blint ásannar, at tað er sansaávirkan, ið liggur til grund
fyri vitan. Kant fór eitt vet longur aftur í sínum spurningum, og spurdi hvat er tað sum ger sannkenning møguliga
yvirhøvur? Sambært Kant var hesin spurningur ongantíð spurdur av Hume –
Hume hevði góðtikið, at sannkenning var møgulig. Kant spyr við øðrum orðum, um
metafýsiska grundarlagið fyri sannkenning.
Kant var slóðbrótari og
kollveltingar maður, tá umræður spurningin um møguleikan fyri sannkenning. Tvey
hugtøk eru av serligum týdningi: vernuft og
verstand. Við stórum vanda fyri at
generalisera, og ikki vera nøktandi yvir fyri Kant, svarar verstand til tað, sum empiristarir kalla fyri sansa-impressionir;
ella rættari, verstand er móttøku
apparatið, ið vit møta verðini við. Men, sambært Kant, kann hetta apparatið
ikki einans liggja til grund fyri sannkenning, av tí at tann informatiónin, ið
verður tikin ímóti ikki er ‘strukturerað’. Vernuft
harafturímóti er tann parturin, ið skipar informatiónina við teimum sokallaðu vernufts kategorienum, sum vit ikki koma
nærri inná her.
Ein annar aðaltáttur í Kantsa
filosofi er, at hann ger ein kláran mun á, ella, vísir á at tað er einki
logiskt neyðugt samband ímillum mátan ið vit fata verðina, og hvussu verðin er
í sær sjálvum.
A. N. Wilson undrast á, at enn í
dag – 140 ár eftir at Viktorianska vísindaliga stríðið ímillum religión og
vísindi var í hæddini – verða sjónarmið kasta yvirum hegni ímillum
kreationistar og naturalistar. Wilson letur okkum ikki bert standa undrandi,
men gevur sína hugsjón viðvíkjandi grundini til hetta áhaldandi stríð.(lættliga
umsett): “Tað tykist ikki, sum nóg nógvir vísindamenn og nóg nógv religiøs fólk
hava fata Kantsa boðskap – nevniliga, at manna sinnið ikki er eitt fototól. Tað
tekur ikki myndir av onkrum útvortis ið kallast ‘veruleiki’. Sinnið er eitt
skapandi amboð; ikki einans eitt móttakandi amboð.
Hetta merkir tó ikki, at eingin
‘verð í sær sjálvum’ er at skoða. Tað merkir ikki at eingin alheimur er hjá
vísindi at granska, ella at eingin Gud er fyri sálina at tilbiðja. Men tað
merkir, at tvídrátturin ímillum vísindi og religión, ið oftast verður drigin av
hart rópandi fólki, kundu nýtt gott av at arbeitt í nakrar mánaðir við einum
triðja evnið: filosofi.”
Samanumtikið síggja vit, at
naturalisma – ein háttur at síggja veruleikan – hevur sín uppruna í
upplýsingartíðini, har millum annað filosofar, so sum Descates, Hume og Kant
hava, uppá hvør sína máta, lagt lunnar undir nútíðar hugsunarhættir. Descartes
var sjálvur ikki naturalist, eins væl og Kant heldur ikki var tað. Eitt sindur
meira trupult er at seta Hume í slíkan bólk, men naturalisma var óivað av
serligum týdningi fyri hann. Descartes gjørdi tað møguligt at gera skilnað
millum tann útstrakta heimin og ‘andaheimin’. Hume avmarkaði sannkenning til
informatiónir, ið fáast ígjøgnum sansagøgnini. Og Kant gjørdi tað møguligt at
seta religiónina til síðis í mátanum at granska veruleikan.