Boyer Pascal: Søga ella uppruni trúarinnar (umsett eftir: Final Progress Box: The Full Story of All Religion (Ever)

 

Søga og uppruni trúarinnar

 

Í óendaliga langa tíð, hava fólk tosað um milliónavís av hissini og nærliggjandi evnum, men eisini um ávís evni og lutir, ið ikki beinleiðis kunnu eygleiðast. Tað er, tá samanum kemur, eitt serligt eyðkenni við ‘modernaða sinninum’ – sinnið ið vit hava haft í fleiri milliónir ár – at vit leggja ætlanir, gera niðurstøður og hugsa um tað møguliga eins væl og um tað veruliga. Ímillum tey óteljandi samskiftisevnini hava summi verið hugvekjandi ella serliga hugtakandi (attention grabbing) av tí, at tey stríða ímóti okkara intuitiónumhugskygni – um lutir og skapningar í umhvørvi okkara. Hesar lýsingar, ið stríða ímóti hugskygni, hava serliga lætt við at festa seg, sum royndir viðvíkjandi minninum vísa. Í øllum førum eru tær tilfarið, sum góðar søgur eru gjørdar úr. Lýsingarnar innihalda oyggjar ið flóta frítt, ella fjøll sum eta føði ella djór ið tosa. Vanligt er at hugsa um slík dømi, sum partar av heilaspuna, tó at tað er trupult at skilja ímillum persónligar hendingar og heilaspuna. Nøkur av hesum evnum eru sermerkt, av tí at tey eru um persónar (ella agentar). Hetta gevur stórar møguleikar fyri at gera niðurstøður við ella um slíkar persónar/agentar. Tá tú tosar um persónar/agentar, undrast tú í hvønn mun teir líkjast ósæddum og vandamiklum rovdjórum. Tú kanst eisini ímynda tær hvat tey síggja, hvat tey vita og hvat tey ætla o.s.fr., av tí at heilin er soleiðis skipaður, at tú áhaldandi hugsar um slíkar spurningur viðvíkjandi øðrum fólki. Summar av hesum frágreiðingunum leggja upp til, at hugskygnisstríðandi persónar/agentar hava upplýsingar um týðandi samskiftissambond, sum persónar ið bera fram tílíkar boðskapir hava. Hetta gevur teimum, ið tala og teimum sum lurta eina sterka motivatión til at lýða á, fortelja og kanska at kritisera slíkar søgur. Hetta loyvir so eisini meiri framgongd, sum aftur loyvir fólki at sameina teirra moralska hugskygni við hugsanina um, at slíkir persónar sanniliga eru kunnaðir um teir týðandi moralsku partarnar av hvat tey gera og hvat onnur gera ímóti teimum.

 

hugskygnisstríðandi persónar/agentar eru tonktir á hendan hátt, gerst tað lætt at knýta teir til eyðsæddar vanlukkur, av tí at vit eru sett saman soleiðis, at vit síggja slíkar hendingar, sum sosialar tilburðir, ið onkur hevur ábyrgdina av, heldur enn at síggja tær, sum tilvildarligar mekaniskar prosessir. Hervið hava slíkir persónar/agentar fingið tilskriva eginleikar, ið kunnu nýtast til at veita fólki vanlukkur, sum samstundis økir til listan við hugskygnisstríðandi envum teirra, og møguliga eisini er við til at gera teir serliga hugvekjandi (salient). Tað mest sannlíka er, at fólk ið hava slík hugtøk vilja knýta tey til undarligar tilburðir og kenslur, ið stava frá hjáveru av deyðum fólki, av tí at slík hjávera skapir eina undarliga sinnisstøðu har fleiri heila partar – teir tilpassaðir til (predation) rán ella at taka til tín, og teir tilpassaðir til at indentifisera persónar – skapa mótstríðandi hugskygni. Vit halda, bæði at tey deyðu enn eru og, at tey ikki eru. Um tú hevur slíkar tankar so gevur tað meining, um tú knýtir teir til endurtikin og stórt sæð ótýðandi gerðir, sum tú ofta gert við ótta fyri, at um tú ikki gert tær, so er týðandi vandi á ferð. Hervið hava vit ritual ið ætlað ella gjørt mótvegis hesum persónum/agentum. Av tí at fleiri ritual eru framd í einum samanhangi, har sosial bond ikki hava innlýsandi leiklut, gerst tað lætt at síggja hesar persónar/agentar sum verandi (the very life) upprunin til lívið í bólkinum ið tú ert í, og harvið eisini tað mest grundleggjandi fyri bondunum ella einleikanum í bólkinum.

 

Um tú livir í einum bólki ið er stórur nokk, so er tað sannlíkt, at summi hava betur eginleikar til at gera sannførandi boðskapir frá hugskygnistríðandi persónunum/agentum. Mest sannlík er, at hesi fólk vera hildin at hava onkran serligan innvortis eginleika, ið ger tað annarleiðis frá hinum í bólkinum. Hesi enda óiva eisini við at fáa serligar uppgávur viðvíkjandi ritualunum. Um tú livir í einum bólki við bóklærdum fólki, er tað mest sannlíkt at hesir persónar einaferð fara at byrja at broyta hesi hugtøkini fyri at skapa eitt sindur øðrvísi og meira abstrakt og eitt minni staðbundið og lokalt snið. Tað er eisini sera sannlíkt, at tey fara at gera eina fylking ella samkomu við fylgjandi politiskum málum. Men teirra fatan av hugtøkunum er ikki fullfíggja, so tað vil altíð í tonkunum hjá flestu fólkum verða kombinera við úrskurðir og royndir, sum ikki eru sambæriligar við bókligu læruna.