William James – Um taš sum ķ menniskjum rųrist

 

- Sįlarfrųšislig funktionalisma og fjųltįttašar religiųsar royndir

 

William James var ein mašur viš mongum evnum. Mest kendur er hann sum ein av hųvušsmonnunum aftanfyri filosofiskari pragmatismu og funktionalistiska tankanum innan sįlarfrųši.

 

Av tķ at vit grundleggjandi ikki eru skeptisk, so kundu vit opiš jįtta fyri hvųrjum ųšrum grundirnar fyri okkara ymisku metingum. Eg jįtti mķna – eg kann ikki annaš enn halda at hon er av listaligari heldur enn av skilvķsindaligum tżdningi.

William James

     --Essays in Radical Empiricism

 

 

Eftir at William James (1842-1910) hevši undirvķst ķ fżsiologi viš Harvard ķgjųgnum įrini 1872 – 76, byrjaši hann at undirvķsa ķ sįlarfrųši. Um hetta mundi var ikki klįrur skilnašur ķmillum taš vit ķ dag kenna sum filosofi og sįlarfrųši. Ofta veršur sipaš til William James, sum ein av višvirkandi orsųkunum til tann fakliga skilnašin, iš vit nś kenna millum hesi bęši.

 

Frįlęringarhįtturin var ųšrvķsi enn vanligt var sķšst ķ 19. ųld. William, iš, umframt śtbśgving innan medisin, hevši lisiš nįttśruvķsindi ķ Evropa, legši heršslu į at greina og lżsa tey likamligu grundirnar fyri sįlarlķvinum. Hesin tankin veik frį vanligu fokuseringini, iš tį ķ tķšini var at meta sum sonevnt ‘lenistóls-virksemi’ hjį filosofum, iš lųgdu fyri dagin įskošanir um sinnis- og sįlarrųrslur menniskjans. Samstundis var hann sera upptikin av religiųsum spurningum og teirra trśvirši, og sį harviš einki vandamįl ķ at leita til tęr fżsisku orsųkirnar fyri sinnis- og sįlarlķvinum og at taka spurningin um trśgv ķ įlvara. Umframt stór verkiš Principles of Psychology, 1890, (Meginreglur sįlarfrųšisins) varš Varieties of Religious Experience, 1902, (Fjųlbroyttar religiųsar royndir) eisini skjótt ein sera tżšandi bók, iš sigst at vera ein av fyrstu royndunum til ein vķsindaligan hugburš til religión.

 

Sįlarfrųši

Klassiska hugsjónin um teir hęgru sįlarligu fųrleikar hjį menniskjum hevši ķ įrhundraši grundast ķ hugsanini um, at skil og tankavirksemi hjį menniskjum var av heilt serligum slag, har eitt nś menniskju ikki einans vóru stżrd av lystum eins og djórini. Tankin var longu kendur į dųgum Platons (429 – 347 f.Kr) har hann millum annaš vķsti į, at veruleikin var gjųrdur av tveimum evnum – andligum og materiellum. Descartes, iš altķš veršur nevndur ķ hesum samanhangi, segši at sinniš ella sįlin og likamiš eru tveir ymiskir lutir, iš als ikki hava nakaš viš hvųnn annan at gera og kunnu tķskil eksistera óheft av hvųrjum ųšrum.

 

William hevši longu ķ 1867 nomiš sęr kunnleika um Wundt – ein av grundleggjarunum av royndarmerktu sįlarfrųšini. Persónliga var hann eisini undir lestrartķšini sįlarliga sjśkur og hevši mųguliga sęš at eitt samspęl var ķmillum likamligan- og sįlarligan tilstand, sum undanfarnu įstųšini ikki hųvdu vķst į. Tankarnir ķ bókunum hjį Charles Darwin: Origin of the Species,1859, og The Decent of Man,1871, iš įvikavist komu śt, tį William var 17 og 29 įra gamal, sigast at hava havt stórt įrin į hansara įskošanir um okkara hęgru sinnisligu fųrleikar. Taš var nęrliggjandi at hugsa um hesar fųrleikar, sum part av śrreivingini soleišis, at menniskja ųkti um mųguleikarnar at verja og fremja lķv. Viš ųšrum oršum var William James ein av teimum fyrstu, iš spurdu hvųrja funktión sinniš hevur – ein įskošan, sum hevur vķst seg at hava havt stórt įrin į eftirfylgjandi įstųšisgerš innan sįlarfrųši.

 

Hóast William hevši tikiš til sķn tankar hjį Darwin og lętiš seg inspirera av Wunt, metti hann ikki, at taš einans eru fżsiologiskar og mekaniskar prosessir ķ heilanum, iš liggja til grund fyri sinnis virkseminum. Hann metti, at sinnisstųšur eru veruligar, og tį alt kom til alt, at metingin um at sinnisstųšur einans eru reaktiónir uppį śtvortis įvirkan var hvųrki vert at halda ella at kjakast um. Harafturķmóti sigur hann, at “ųll fólk uttan himpr halda, at tey teinkja og harviš gera mun į sinnisstųšuni, sum ein innvortis rųrsla og kensla og ųllum teimum lutum, iš tey sinnisliga kunnu fyrihalda seg til. Eg meti at hendan įskošanin er tann mest grundleggjandi pįstandurin fyri allari sįlarfrųšini, og seti til viks einhvųrja įhugaverda roynd at seta spurnartekin viš trśvirši av hesum sjónarmiši, sum verandi ov metafżsiskt til hesa bók.” Rętti hįtturin at granska sįlarfrųši er tķskil, sambęrt William James, ikki einans tann mekaniski, men sjįlvskošan (introspektion) og sjįlvrannsakan av sinnisstųšunum, sum vit eru tilvitandi um, er eisini ein tżšandi partur.

 

Ķ dag eru flest okkara kunna um, at alt meir gongur fyri seg ķ heilanum, enn vit eru varug viš, og enntį meir enn teir mest royndu sjįlvrannsakarnir eru varugur viš. William, iš sigst at hava veriš tann fyrsti amerikanarin sum vķsti Sigmund Freud ans, var ikki blindur fyri hesum, men helt tó samstundis fast ķ, at sjįlvskošan var ein tżdningarmikil partur av sįlarfrųši. 

 

Ymisligar religiųsar royndir

Pįpi William James, Henry James, var uppvaksin undir einum strongum kalvinistiskum pįpa, men var sloppin leysur av tyngjandi sišvenjuni viš hjįlp av Emanuel Swedenborg. Hetta merkti tó ikki, at Henry fullkomiliga vendi sęr burtur frį religión, sum ein avvķsandi persónur; kanska heldur tvųrturķmóti var hann nś opin fyri fleiri įvirkanum. Hóast familjan ikki hevši limaskap ķ nakrari kirkju og heldur ikki luttók ķ skipašum kirkjuligum arbeiši, so var ķ heiminum hjį Williami ein góš atmosfera, sum m.a. vķsti seg viš at trśarspurningar fingu plįss at vera erliga višgjųrdir.

 

Ķ 1898 var William James bošin at halda teir gitnu Gifford-fyrilestrarnir ķ Skotlandi. Vegna sjśku var honum fyrst mųguligt at feršast til Evropa į vįri 1901. Rųšin av fyrilestrum byrjaši tann 9. juni og helt įfram įriš eftir.

 

Gifford-fyrilestrarnir vóru ętlašir at višgera spurningar og umrųšuevni, iš taka seg upp ķ samband viš hųvušsleistin: natśrlig religión. Fyrilestrarnir hava veriš hildnir sķšani 1885 viš fżra Skotsk universitet: University of Aberdeen, University of Edinburgh, University of Glasgow og University of St. Andrews. William segši, at hann kendi taš, sum at śtinna eina avtalu, iš hann hevši viš pįpa sķn um einaferš gjųlla at višgera spurningin um religión.

 

Upprunaliga ętlaši William James, at rųšin skuldi vera ķ tveimum pųrtum. Fyrri partur skuldi vera ein lżsing av Hugi menniskjans til religión og seinni partur ein metafżsisk višgerš undir heitinum Nųktan tess ķgjųgnum filosofi. Men tann fyrri parturin vaks ķ vavi, soleišis at tį samanum kom, višgjųrdi hann bert ein av teimum tjśgu fyrilestrunum hetta seinna evniš.

 

Įhugi hansara var ikki um religiųsar stovnar, ritualir og heldur ikki um religiųsar fatanir sum so, men um “tęr kenslur, geršir og royndir sum einstakir menn ķ teirra einsemi hava, so framt sum teir meta, at teir standa ķ eini relatión til taš, sum teir halda vera taš guddómliga.” Ein tżšandi skilnašur, sum javnan veršur nevndur ķ samband viš hetta verk er, ‘religiónin hjį tķ frķska sinninum’ og ‘religiónin hjį tķ sjśku sįlini’. Eyškenni fyri frķska sinniš er, at taš hevur eina djśpa kenslu av, at lķviš er gott. Harafturķmóti, sigur William, er taš eyškenni fyri sjśka sinniš, at taš ringa ella ónda ikki kann beinast burtur. Lķkamikiš hvussu tryggan ein kennir seg, so er vandi fyri, at okkurt beiskt og tyngjandi stingur seg upp. Hartil er eisini vandi fyri hjį sjśku sįlini at halda, at t.d. kęrleiki bert er svik. Ķ hesum sambandi hevur William James fleiri sera įhugaverdar lżsingar av t.d. Leo Tolstoy, St. Augustine og John Bunyan, sum hvųr sęr finna vissu ķ religiónini. Eyškenni viš hesi stųšuni er, at myrkriš og tunglyndi svinnur, at alt samanumtikiš er vęl statt, kenslan av friši, samljóšiš og hugi bert at vera til, hóast ytru umstųšurnar eru tęr somu.

 

Gransking innan religión ķ dag

Ķ nżggjari gransking innan religión veršur William James ofta nevndur sum ein av undangongumonnunum fyri taš, sum ķ dag veršur kallaš kognitiva tilgondin til religión. Hann breyt uppśr nżggjum og tók viš ķ višgeršina av religiųsum kenslum og royndum tey hugtųk og amboš, iš nżliga framkomna sįlarfrųšin hevši smķšaš. Hann tók upp spurningin um hesar royndir uttan at hava eina avgjųrda fyrifataša mynd um slķkar royndir einans eru villingarsjónir, ella um tęr hava sķn uppruna ķ einhvųrjum stųrri iš kann kallast Gud.

 

Jśst hetta seinasta er tó ikki lętt at sķggja ķ teimum flestu av nżliga śtgivnum bókum um hetta evniš. Taš vķsir seg, sum at spurningurin er longu svarašur til fulnar. Tann nżggja heilagranskingin hevur svaraš spurningin um trśvirši ķ slķkum royndum negativt ķ tann mun, at innihaldi ķ royndunum ikki er annaš enn eitt śrslit av einum samanspęli ķmillum ymiskar heilapartar, sum sambęrt śrreivingar įstųši ikki eru ętlašir til annaš enn at fremja mųguleikan fyri at yvirliva og hartil knżttar funktiónir.

 

M.a. sigur Boyer Pascal, at taš er vęntandi at skapningar viš einum heila sum vit, hava eitt ķboriš lyndi til at skapa ein samanhangandi heim, har gudar og ašrir agentar eru partar av okkara heimsmynd. Hetta grundast, m.a. ķ, sigur Pascal, at ein partur at heilanum sum hevur viš persónar ella ašrir agentar at gera, lęttliga fęr ein leiklut tį eitthvųrt ógreinandi ella óskiljandi skal skiljast. Viš ųšrum oršum er religión, tį saman um kemur, bert ein formur fyri antropormorfismu – kenslan av tķ óskiljandi stavar frį onkrum mannlķkum.

 

William James var harafturķmóti ikki til reišar til hesa skerjing (reduktión). Fyri hann vóru religiųsar royndir partar av einum stųrri samanhangi, sum honum var loyvt at halda fast ķ vegna hansara pragmatismu. Hann vildi ikki taka burtur viršiš av slķkum royndum frį fólki og vķsti į, at um tęr gjųrdu ein mun fyri tey, so var eingin grund til at taka burtur tess menniskjaliga viršiš.

                                                                       

William James var ein fjįltįttašur persónur. Hóast hann er greišur og beinrakin ķ sķnari višgerš av evnunum, hevši hann ikki altķš sambęriligar įskošanir. Sagt veršur um hansara įskošanir, sum tęr taka seg śt ķ Principles of Psychology, at tęr eru framśrskarandi, ųrkymlandi og mótsigandi. Um hetta er ein dygd ella ein vansi veršur her ósagt.