(Kladda)

 

Frí frá upplýsingini

 

Eftir Heinz Schalffer

 

Guð er aftur modernaður ímillum intellektuell. Men enntá andligar rørslur eru í dag motiveraðar av vesturlendskari fundamentalismu: upplýsingini.

 

“Tann kroysti trúgvandi – sterkari enn øll” Hetta var heitið á einari talu, ið var hildin í Stuttgarter Literaturhaus og hareftir prentað í týskum blaðið. Høvundurin var 40 ára gamli týski Feridun Zaimoglu, ið hevur turkiskan upprunað. Hann hevur fyri stuttum fingið viðurkenning við Chamissovirðislønini. Zaimoglu kallar slagið av vantrúgvandi, ið hava verið dømd til fall við teirra rætta navnið: tey upplýstu. “Tey upplýstu fáa súr andlit tá tey hoyra, at ein hægri makt hevur ávirkan á menniskju og heimsins gongd. Men Gud, lýstur deyður, og mettur at vera ein fella fyri tey sum eru býtt nokk at trúgva uppá tað komandi, yvirlivir einahvørja roynd og fornýggjan. Kanska tíðin er komin til at gera eina lítla endurvending við at hugsa um upplýsingina sum opium fyri fjøldina og harvið devaluera einhvønn lut, sum ikki var og ikki er ein vøra.”

 

Hvat? Trúgvin verður kroyst? Men hon er modernað! Um Gud er ella ikki er, kann ikki avgerast við skilinum; men tað sæst at hann aftur er í móta millum intellektuell. Undir heitinum “Biblefest” prentar sama blað eina røð um søgur úr gamla og nýggja testamenti. Bild Zeitung almannakunnger eina fulla versión av bíbliuni. Kendir høvundar stiða aktivt hátíðarhaldi av traditiónellari katólskari gudstænastu, ein øktan andaligan aktivitet millum protestantar, útbreiðsluni av transendentum royndum í innaru og ytru verðini. Bókmentaligir søgumennm so sum George Steiner og Roberto Calassom lesa skaldskap hjá skøldunum, ein og vóru faktuell prógv fyri eksistensinum av halgimennunum. Mentanar bløð brúka heilar útgávur til “Visjónir hjá kristindóminum.” Rene Girard brúkar evangeliini í nýmótans samfelagshøpi, og er viðgerðin krydda við einum formæli av Peter Sloterdijk. Forlagið Suhrkamp hevur halgað eitt programm til heimsreligiónir. Á nationalum leikpallið verða Kirkjusangir framførdir við einum kóri. Innan fyri liberalistiskar mentanarstovnar verða religiøsar útsagnir møttar við nýggjari sjarmu og bera altsamt meira brá av at vera vanligar. Er upplýsingin veruliga yvir okkum, eins og anti-upplýsingarhøvundar halda uppá?

 

Zaimoglu heldur, at motivini aftanfyri upplýsingina vóru búskaparlig; hon leyp á trúnna fyri at gera frían flutning av vørum møguliga. Av tí at slíkar einfaldar lýsingar dominera intellektuella kjakið í dag, er neyðugt at minnast tær søguligu grundirnar og tey áhaldandi úrslitini av religións kritikkinum í upplýsingini – grundir og úrslit sum kunnu vera gloym og lítismett í dag, men sum ikki eru tileinkisgjørd. Tað verður enn vanliga lært, at vísindaligar uppdagingar síðani sekstanhundraðtalið hava víst, at óteljandi “sannleikar” í kristnu læruni eru skeivir; t.d. at jørðin er miðdepilin í kosmos, og at hon varð til fyri 5000 árum síðani. At óvanligar náttúrhendingar – stormar, jarðskjálvtar og pestir – eru Guds dómar, ið kunnu komast uttanum við bøn; at menniskju vóru skapt beinleiðis av Gudi og líkjast honum (ímeðan líkleikin millum Gud og apur stavar frá evnunum hjá djórunum at eftirapa menniskjum). So leingi sum tað var møguligt, royndi kirkjan at dylja tað nýggju framtóningina av sjónliga veruleikanum. Tá hon var noydd at yvirgeva seg, vendi hon aftur til tað ósjónliga, til teir “sannleikar”, sum eru minni útsettir fyri avsannan.

 

Tá fremmand lond og gamlar mentanir vórðu uppdagað, vóru lærarar, í fyrsta partinum av modernitetinum, noyddir at síggja kristindómin, eins og aðrar religiónir, grundaðan á mytur, ið innihalda søgur um hvussu Gud offrar seg sjálvan og rísur upp. Filologiska granskingin av innihaldinum í teimum bíbilsku tekstunum, reduseraðu heilagu skriftirnar íblástar av Gudi, til eina óálítandi samling av søguligum leggendum og seinnu tillagingum.

 

“Avmystifiseringin” av bíbliuni byrjaði ikki við Rudolf Bultmann, men heldur við Spinoza, Voltaire og David Friedrich Strass. Kristna trúgvin varð, tá hon ikki hevði tær litføgru frágreiðingarnar um heimin og frásagnir um undur, minka til einki meir enn trúgv: ein ullint kensla av, at um ikki hildið var fast við traditiónina og vónina fyri framman, var tað okkurt ið manglaði; ein mótstøða ímóti nøgdseminum við tilveruni í einum avmystifiseraðum heimi.

 

Bakslátturin av kjakinum viðvíkjandi rætta vegnum til sælu, merkist av øllum teimum ið viku frá vegnum. Samanmett við drepandi ótoleransuna hjá miðaldar kirkjuni – krossferðir, píningin av trúarvillingum, heksa brenningarnar, týningin av samkyndum – kann nýtíðar islam, enntá í sínum mest harðrenda sniði, sjálvt um hon hevur nógv av somu eyðkennunum hjá pre-upplýstu religiónini, verða kallað human. Upplýsingar kritikkurin av religiøsu ótoleransuni – frá Erasmus til Lessing – kom í kjalarvørrinum á royndunum av teimum religiøsu borgarakrígnum í Evropa í 16. og 17. øld. Monoteistiskar religiónir, ið ikki vóru farnar ígjøgnum upplýsingina, ið ól toleransu, útihýsti og bardust hvør við annan. Fyri at vísa á sannleikan við teirra egnu sannføringum, vóru onnur við øðrum sannføringum hertikin. Kríggj var longdi armurin hjá guðfrøðini. (Tær tríggjar heimsreligiónirnar, ið vórðu til í smala økinum í miðeystri millum Laventlondini og Arabiska heimin, eru enn í dag í kríggj. Jødadómur, Islam og Kristindómur – tað konservativa amerikanska slagið.)

 

“Vit standa langt frá hesum myrka veruleika” siga tey nýggju ‘søkjandi’ og ‘finnandi’, um hesa søguligu gjøgnumgondina. Rætt hava tey, tí tað var eftir at kristindómur var avvápnaður av upplýsingini, at hann gjørdist nóg siviliseraður, vinarligur og hóvligur, soleiðis at viðhaldsfólkini kundu finna gleði í henni og mótstøðufólkini einki høvdu longur at vera bangin fyri. Tað er ikki kristindómur, ið skapar grundarlagið fyri nýmótans Evropa, men heldur avvápningin av kristindóminum – upplýsingin. Vit skulu ikki takka pávum, munkum ella prestum fyri fólkaræðið, javnrættindum í lógini, persónligum frælsi, toleransu og rættindum at kritisera, men heldur upplýsingar teinkjarar, so sum Voltaire, Rousseau, Montesquieu. Heimurin ið vit liva í, er ein upplýstur heimur, sum enntá tey, ið eru ímóti honum vilja liva í.

 

Vesturlendsk mentan er fundamentalistisk: fundamentið er upplýsingin. Tvørsøgn er tó, at hetta grundarlag er fundamenti undir okkara núverandi samfelag, men er eisini lutvíst ein gloymdur partur av tí. Tað ið er vorðið sjálvsagt, er eisini tað, ið er torførast at eygleiða og meta um. Fyri at herða tað eitt sindur: vesturlendski heimurin aftrar seg við at standa við síni prinsipp, fyri ikki at virka dogmatiskur. Listafólk, høvundar og filosoffar loyva sær sjálvum “sjálvfráhaldsins luksus” fyri at skilja seg sjálvi út úr mongdini av samtíðarfólki, ið óttaleys gera sær dælt av teimum praktisku frammíhjárættinum av upplýsingini: “Ivast í øllum, vera ónøgd við alt, hava vilja til at betra um alt: hendan grundleggjandi fatanin hjá kritikarunum hjá modernitetinum er partur av sjálvari kjarnini av at vera kritiseraður.” (Gerhald Schulze)

 

Upplýsingin beindi fyri allari traditión fyri einans at opna upp fyri endur-vendingini, ið á romantiskan hátt hevði samhugað við teimum gloymdu traditiónunum. Um ár átjanhundrað var tann romantiska endurvekingin yvirtikin av progressivu upplýsingini í átjindu øld . Um ár nítjanhundrað var listarliga lyndi til tað yvirnatúrliga yvirtikið av nátúrvísindaligu framstigunum í nítjandu øld. Um ár tveytúsund var ekstatiski hugurin til tað ikki-ratiónella yvirtikin av búðskaparligu ratiónaliseringini í tjúgundu øld. Í hvørjum árhundrað hava verið fleiri ár, har tann veturlendska mentanin er merkt av mótvilja fyri sær sjálvum. Í løtuni loyvir hon sær at vera hugtikin av tí loyndarfulla, fyri at koma seg eftir hóvsemistíðina.

 

Upplýsingin hevur altíð haft ein feil, ið í dag er hennara bani: hon hevur ríkiligt av góðum hugskotum, men ongar hugtakandi myndir. Upplýsingin vísir seg bert í skrift og talum, kritiskum ritgerðum og stýrisskipanarkladdum. Upplýsingin hevur ongar kirkjur, ongar heilagar gudstænastur, ongi kór ella ritualir útint í stórfingnum kappum, ið kunnu nøkta núverandi perseptióngøgn: myndatólið og skermin. Stutt sagt: upplýsingin er ikki sjónvarps-vinarlig.

 

Hóast hetta, so er afturkoman av religiøsum tørvum í vesturheiminum ein fylgja av upplýsingini. Tað sum allir nýumvendir persónar ynskja, er einki annað enn ein hugnaligur kristindómur, ið er pyntaður av upplýsingini. Í miðøldini, og eisini upp í okkara tíð, hava kristin verið forfylgd av ótta fyri helviti og harvið eisini av synd. Tey trúgvandi lótu guðfrøðingarnar um prógvini, ímeðan teirra gerandis royndir góðu teimum ríkiligt prógv um Devulin. Fyri at reinsa seg frá synd útintu tey harða sjálvrevsing og liðu undir sakni. Hvør hevur í dag stundir til slíkar grimmar tankar og pínufullar mortifikatiónir? Dagsins religiøsu fantasiir savna seg einans um tær positivu síðurnar á kristindóminum: lyfti um meining við lívinum og hvussu tað dýrabæra ego heldur áfram eftir deyðan (í himli, sjálvandi, og ikki í helviti), kenslan av tryggleika og at vera nakað serligt og til síðst, ugganin ið fæst við teimum vøkru hátíðarhaldunum. Tá tann nýggi pavin og høvundarnir Martin Mosebach og Hans-Josef Ortheil vísa á tað síðsta, sum ein fyrimun hjá katólsku kirkjuni, síggja teir ikki hvussu hátíðarhaldini hjá hinduistunum á Bali, bera av í vakurleika mótvegis kristna dystinum. Hevði tað ikki verið betur at blivið ein Balinesiskur hinduist?

 

Hesin nýggi, men tó gamli kristindómur, er fyri tey intellektuellu ein hugnalig religión; ein rættur til at maksimera gleðina hon hevur arva frá upplýsingini, ið samstundis roynir at flyta gleðina útum heimsins mørk, ið eru myndað av upplýsingini. Kirkjurnar, fyri at nevna tær, hava rokk konsertir, mentanarlig tiltøk við ‘open by night’ tiltøkum, fyri at nøkta tørvin hjá hesum kámu heilaggjørdu kundunum, sum eru sera glaðir fyri at fýra upp undir teirra andliga kvotienti, uttan at tað yvirhøvur hevur nakrar avleiðingar fyri teirra praktiska lív. Viðhaldsfólkini hjá hesari ‘hyghyg’ religiónini heysta ágóðarnar, uttan at forplikta seg uppá nakað: hvørki sexuelt fráhaldni áðrenn ella eftir giftu, hvørki hor ella sodomo (sum eldri generatiónir av kristnum plagdu at kallað slíkar deyðiligar syndir). Tað sum fólk vilja hava, er ein religión, ið gevur teimum gleði uttan forboð.

 

Einhvør skapar sína egnu møguleikans religión, ofta við hjálp frá eksotiskum ella eysturlendskum elementum – religión er eisini partur av alheimsgerðini – fyri at passa við teirra vana og fyri at blíðka teirra sorg. Eins og í astrologisku bylgjuni, ið kom undan tí religiøsu, eru einstaklinga krøvini serstakliga gjørd fyri passa einstaklinginum: eitt slag av persónligum religiøsum sniðgeva. Partur av hesum eru upplýsingar prinsippini um persónligt frælsi, og javnbjóðis toleransu. Neyvan vil nakar einstaklingur vera sinnaður at játta guðfrøðisligt dómsvald yvir teirra máta at liva uppá. Neyvan vildi nakar av hesum so frætt sum verið sinnaður at tikið uppá seg ábyrgdina av regluligum játtanum í kirkjuni. Tað ið er rímiligt fyri hesar religiøsu sveimarar er ein ófarligur upplýstur kristindómur, ið er nýmótansgjørdur av upplýsingini. Hvar fanin er Fanin í øllum hesum?

 

Upprunaliga prenta í Die Welt tann 18. februar. Her týdd eftir enskari týðing: www.signandsight.com

 

Heinz Schalffer er, proffessari emeritus innan nútímans  týskar bókmentir við lærdaháskúlan í Suttgart.