Eitt
sindur um trúar-heimspeki
John D. Olsen
Trúar-heimspeki, ella religións filosofi, er ikki bert eitt miðaldarligt fyribrigdi, men er at finna ímillum tey evni ið teir fyrstu heimspekingar tókust við. Trúarheimspeki var hildið at vera søga miðskeiðis í seinasta árhundrað; men skúlin ið avsegði deyðsboðini var enn livandi, um enn bert í skinninum, tá sjónarmiðini, ið vóru nýtt til at undirbyggja deyðsboðini, vóru upployst og forkastað. Trúarheimspeki hevur sostatt síðani 60’ini verði eitt evni við tiltakandi luttakarum. Løgið er tað ikki, tá vit hava í huga, at júst menniskjans hugur at geva ella fortelja stórar søgur er eitt eyðkenni, flestu fólk og fólkasløg hava. Sæð frá hesum sjónarmiði, er ikki at taka seg aftur í, at trúarheimspeki er eitt alheims fyribrigdi, ið hevur verið so leingi ið menniskju hava verið. Sum serstøk grein, er trúarheimspeki tó eitt vesturlendskt fyribrigdi, ið stavar frá víðagitna týska idealistiska heimspekinginum Georg William Friedrich Hegel (1770 – 1831).
Eitt av teim átrokandi umtalsevninum innan trúarheimspeki er, um tað yvirhøvur er skynsamt at trúgva ella at tosa um trúar spurningar. Eitt negativt svar til spurningin má legga fram sjónarmið, ið hava sum mál at vísa, at okkurt er galið, ella burtur við viðvíkjandi trúarspurningum. Eitt positivt svar má harafturímóti vísa, á hvønn hátt tað er ok ella rímuligt at trúgva og tosa um slíkar spurningar. Lat okkum siga at trúarspurningar eru spurningar ið snúgva seg um hvørt tað er skynsamt ella skilborið at trúgva uppá Gud. Harafturat lat okkum avmarka ‘Gud’ til tann Gudin, sum tær tríggjar monoteistisku stevnurnar – jødadómur, islam og kristindómur – leggja fyri dagin. T.v.s. stevnur ið hava sum eyðkenni, at Gud er ein, og at hann er skapari alheimsins.
Áðrenn vit hyggja eitt sindur nærri at trimum møguligum svørum til trúarspurningin lýsa vit tey stutt. Fyrsti møguleikin er, at tað stríðir ímóti skilinum at trúgva uppá Gud. Næsti møguleikin sigur, at tað hvørki er óskynsamt at trúgva ella ikki at trúgva uppá Gud. Og triði møguleikin er, at tað er skynsamt at trúgva uppá Gud.
Manglandi
grundir
Hvussu kunnu vit grunda tað fyrsta sjónarmiðið? W. K. Clifford (1845 – 1879) verður javnan endurgivin tá talan er um at vísa á, at tað ikki er rímuligt at trúgva uppá Gud. Hann sigur: “Tað er skeivt til allar tíðir, allastaðni og fyri einhvønn at trúgva (believe) eitthvørt (upp)á manglandi grundarlag.” Tankin er, at vit menniskju hava eina skynsemis-reglugerð, ið sigur, at vit ikki skulu trúgva eitthvørt tá vantandi grundir eru til tess – tað stríðir ímóti skilinum at trúgva, tá grundirnar ikki eru nóg góðar. Í samband við trúarspurningar verður so víst á, at manglandi grundir eru til at trúgva uppá Gud, harvið verður tað skeivt ella óskynsamt at trúgva.
Sjónarmiðið, eins og tað er orðað omanfyri, er ikki ringt at vísa aftur. T.d. kundi tann, ið hevur hug at verja sjónarmiðið: at tað er rímuligt at trúgva, sagt, at tað eru góðar grundir til at trúgva. Millum annað hevur viðkomandi haft andaligar royndir, ella kanska viðkomandi heldur at ávísar trúarskriftir geva góðar grundir til at trúgva. Men, vil aftursvarið ljóða: “hasar grundirnar eru ikki at rokna sum veruligar grundir.” Hugsanin er, at subjektivar grundir kunnu ikki nýtast til at rættvísgera eitt positivt svar uppá trúarspurningin.
Hesin vegur er ikki eins lættur at ganga ið hann av fyrstum sær út. Hvat eru góðar grundir? Tað er óiva ikki lætt at avgerða – hví skal tann, ið førir fram eitt negativt svar uppá trúarspurningin, vera tann ið ásetur hvat góðar grundir eru?
Kanska ein lættari vegur er at siga, at tað ikki er óskynsamt at trúgva vegna vantandi grundir, men heldur tí at góðar grundir eru til ikki at trúgva. Hugsanin er, at tað er ov diskriminerandi at siga, at tey, sum trúgva, reint faktiskt trúgva í stríð við teirra skil, av tí tey mangla grundir; men heldur at tey trúgva, eins og tey gera vegna teirra fávitsku – tey vanta upplýsningar um nýggjastu granskingina, ella okkurt tílíkt.
Tvey áhugaverd lið koma fram í ljósið, við at síggja trúarspurningin frá hesum sjónarmiði. Fyri tað fyrsta, gevur hetta okkum eina rímuliga frágreiðing uppá, at tað eru so nógv fólk ið trúgva, uttan at siga at øll tey, ið so gera, gera so ímóti skilinum. Um vit ikki skiftu sjónarmiðið frá manglandi grundum, til at hava grundir, til at vraka trúarspurningar, so vóru vit noydd at siga, at stórir partar av mannaættini hava veri óskynsom. Hendan hugsan stríðir ímóti hugskygni. Hugsað um stórar heimspekingar, ið góðu eitt positivt svar uppá trúarspurningin; at siga at teir vóru óskynsamir, tykist heilt burtur við.
Fyri tað næsta gevur hendan hugsanin okkum eina frágreiðing uppá, at tað ofta er í mun til okkara øktu vitan á øðrum økjum, at eitt positivt svar uppá trúarspurningar tykist máast burtur. Við ‘øðrum økjum’ verður sjálvandi haft í huga tað, ið vísindi lærir okkum um upprunan til menniskjað, um upprunan til alheimin, um samansetingina av heilanum o.s.fr. At hetta er tann ráðandi grundin til eitt negativt svar uppá trúarspurningin er, um ikki satt, so í øllum førum nær við satt. Vit kenna søguna: tað ið vit vita sambært vísindi vísir, at trúgv uppá Gud ikki kann verjast, av tí at teir lutirnir, ið vísindi arbeiðir við, eru, (atomir, kvarkar o.s.fr.) og teir lutirnir, ið vísindi ikki arbeiðir við, (Gud, einglar o.s.fr.) finnast (helst) ikki.
Ateisturin, ið heldur at omanfyri søga er rímulig, kann so siga, at teir stóru heimspekingarnir, ið trúðu, ikki vóru óskynsamir, men at teir høvdu manglandi vitan – teir vistu ikki so nógv, sum vit gera í dag. Um núlivandi teistar – persónar sum geva eitt positivt svar uppá trúarspurningin – kann ateisturin so siga, at teir hava bara ikki sæð ella sannroynt avleiðingar av nýmótans vísindi.
Nøkulunda soleiðis er møguligt at rættvísgera eina støðu, ið vísur aftur ella gevur eitt negativt svar uppá trúarspurningin. Sjálvandi eru variantar av omanfyristandandi; t.d. er ikki neyðugt hjá ateistinum at vera so beinleiðis í síni sjónarmiðs-framførslu. Ikki er neyðugt at siga, at vísindi vísir, at eingin Gud er; men t.d. við hjálp av sokallaða ‘Ockhams knívi’, at leggja lunnar undir hugsanina at tað er órímuligt at halda, at Gud er til. Ockhams knívur er eitt sokallað minimal-prinsipp ið sigur, at ikki er neyðugt at postulera lutir uttan teir eru neyðugir. Gud er ein lutur, ið er óneyðugur, er metingin.
Hvørki
skynsamt ella óskynsamt
Omanfyri standandi kann geva eina ábending um, at trúarspurningurin skal svarast við einum positivum ella negativum svari. Møguliga er henda áskoðanin ov trongskygd. Næsti møguleikin til eitt svar uppá trúarspurningin kann taka støði í, at spurningurin ikki skal svarast á ein slíkan hátt, ið vit hava lagt upp til. Hugsjónin kann vera, at trúarspurningar als ikki skulu greinast í einum høpi, har spurt verður til, um tað er skynskamt ella ei at trúgva.
Tað er eyðsæð, at í hesum bólkinum eru tvey høvuðssjónarmið – teisma og ateisma. Hugtakið, ið sipar til teistisku hugsjónina, er fideisma; hugtakið innan hin bólkin er agnostisisma. Sjálvt um bólkingin her er grov, verður mett, at hesi bæði sjónarmið kunnu greiðast undir einum. Hugsjónin er, at spurningar, ið viðkoma trúnni, ikki skulu viðgerast í einum trongskydgum høpi, har niðurstøðan valdast einum svari uppá omanfyri greinaða trúarspurning. Avgerðin um trúgv ella ikki trúgv verður ikki bygt á skynsama próvførslu av sokallaðum Guds argumentum ella øðrum próvførslum. Støðutakan til trúarspurningurin kann ikki, sambært fideismuni, grundast í einum svarið ið sigur, at tað er skynsamt ella óskynsamt at trúgva. Ein av teim kendastu fideistunum, danin Sørin Kierkegaard (1813 -1855), metti, at ein rímulig áskoðan uppá trúnna enntá stríðir ímóti skilinum – trúgvin vil ósvitaligt enda í einum ella fleiri paradoksum. Við hesum meinti hann, at grundleggjani fyri trúnna eru áskoðanir, ið ikki kunnu greinast við skilinum. Ein annar kendur fideistur, Tertullian, fer so langt, at hann sigur til sína orsøk til trúgv, at hann trýr, tí tað er vitleyst ella absurd. Fideisma vil við øðrum orðum halda, at spurningar viðvíkjandi trúnni og skilinum hoyra til tvey ymisk rúm (sferur). Við øðrum orðum meta fideistar, at trúarspurningurin, soleiðis ið vit hava sett hann, er illa settur.
Agnostisisma hevur møguliga ikki eina so víðgongda áskoðan á grundleggjandi munin ímillum trúarspurningar og spurningar um hvat er skynsamt at trúgva. Harafturímóti er metingin, at grundirnar, ið partarnir í málinum geva fyri sínum áskoðanum, ikki eru nøktandi fyri at taka eina skynsama avgerð í málinum. Sambært T. H. Huxley (1825-1895) var tað ikki møguligt hjá honum at broyta hansara hugburð viðvíkjandi sprurninginum um trúnna, av tí at hann ígjøgnum fleiri ár hevði styðja sína ‘heimsáskoðan’ á nágreiniligar metingar. Hann kundi ei heldur, sigur hann, vera vísur í, at hansara sannføring var tann rætta – hvør kann vera vísur í at vita slíkt? Hendan støðan finnur møguligt grundarlag í viðmerkingunum ið gjørdar vóru omanfyri um eitt negativt svar uppá trúarspurningin.
Skynsom trúgv
Analýtiskir trúarheimspekingar, við núlivandi Alvin Plantinga á odda, hava ført fram, at tað ikki stríðir ímóti skilinum at trúgva uppá ein skapara. Hendan sannkenningarliga støðan, ið er kend undir heitinum reformerða sannkenningarfrøði, tekur útgangsstøði í, at tað ikki eru beinleiðis atfinningarsamar heimspekisgrundir, ið máa støði undan einari slíkari støðu. Tankin er at einstaklingar – teirra hugsanum viðv. trúgv – ið eru uppaldir í einum umhvørvi, har slíkar áskoðanir eru vanligar mugu verða roknaðar sum skynsamar: ella rættari at tær ikki stríða ímóti skilinum. Hendan støðan hevur sjálvandi ikki gingið frí av atfinningarsomum viðmerkingum. Fyri tað fyrsta hava kritikkara ført fram, at um tveir ymiskir persónar hava mótstríðandi áskoðanir viðv. trúarspurningin (persónarnir eru uppaldir í ymiskum umhvørvum) so stríðir hetta ímóti vanligari hugsan um, at báðir hava eina rætta áskoðan. Fyri tað næsta, um støðan er eins og reformeraða sankenningarfrøði vilja vera við at hon er, so er ikki møguligt at koma við heimspekis kritikki, sjálvt um ein persónur hevur ‘undarligar’ áskoðanir, so leingi sum viðkomandi er uppaldur í viðkomandi áskoðan.
Svarið til fyrstu kritisku viðmerkingina ljóðar, at tað ikki er eitt neyðugt samband ímillum at ein áskoðan er sonn og tað at hon er skynsom. Ein áskoðan – t.d. at lívið á jørðini hevur sín uppruna í, at verur frá Alfa Centauri sendu tilfar til jaðrar, ið seinni bar við sær lív – kann vera skynsom at halda, sjálvt um hon ikki er sonn. Ein slík áskoðan – undarlig áskoðan – um upprunan til lívið á jørðini, kann meir enn so verða funnist at út frá tí, ið vit í dag vita ella halda okkum vita, ljóðar svarið til seinnu kritisku viðmerkingina.
Hetta hjálpir óiva ikki serliga nógv. Enn er ikki meir sagt, enn at tað ikki stríðir ímóti skilinum at persónar at trúgva uppá Gud. Um vit, verður víðari ført fram, ganga út frá, at alheimurin hevur sín uppruna í einum skapara og at menniskjað er skapningur tilætlaður felagskap við skaparan (soleiðis ið áskoðanin er sambært teimum monoteistisku rørslunum), so er tað ikki annað enn trúligt at halda, at eitt positivt svar til trúarspurningin er á rættari leið.
Kritikarin er sjálvandi ikki seinur at viðmerkja, at so er hann eisini skynsamur í sínari áskoðan um, at eingin Gud er, av tí at hann heldur, at alheimurin hevur ein tilvildarligan uppruna. Samanumtikið, og tað kemur (møguliga) ikki sum eitt óvæntað svar, valdast svarið til trúarspurningin hvat vit annars halda t.d. um alheimin og menniskjað.