William James og pragmatisma
William James var ein maður við
mongum evnum. Mest kendur er hann sum ein av høvuðsmonnunum aftanfyri
filosofiskari pragmatismu og funktionalistiska tankanum innan sálarfrøði.
Eg
havi angrað, at ætlanin hjá mær at mála fánaði burtur. Í seinastuni havi eg
verið so sjúkur og skeptiskur av filosofiskum aktiviteti, at eg angri, at eg
ikki helt meg til málningalistina, og øvundi tær og tínum líkum, fyri hvørji
tær listarligu relatióninirnar til lutir er tann sanni heimur.
--Bræv frá William Jasmes til beiggja sín
Henry James
‘Um tú heldur tað er gott’, ella
‘um tað virkar fyri teg, so er tað gott’ eru orðingar vit kenna frá
gerandisdegnum. Á ein hátt eru slíkir setningar heilt fínir, av tí teir hvørki
seta niður á persónin, hansara tankar ella atburð, men eru við til at stimbra
og virða. Hinvegin, gerast vit skjótt greið yvir, at slík hugsan byggir á eina
relativismu, ið ikki er nøktandi undir øllum umstøðum. Harafturat er vandi
fyri, at slík hugsan byggir uppundir líkasælu. Uttan mun til hetta, so er
hugsanin aftanfyri slíkar orðingar kend undir heitinum pragmatisma. Ein av stóru persónsmenskunum innan hesa rørslu var
William James.
William James, ein av
grundleggjarunum av pragmatismu, var ein týðandi intellektuellur persónur, sum
virkaði við Harvard um aldaskiftið 19.- 20. øld. Hann var føddur í New York í
1848. Pápi hansara var sonur til skotska innflytaran William James av Albany. Í
Albany gjørdist hann ein múgvandi persónur, og lætti harvið um lívið hjá
eftirkomarum hansara. Hann var eisini ein støðufastur presbyterianari – av tí
gamla kalvinistiska slagnum – sum gjørdi at familjan kendi seg ótrygga. Hetta
kom eftirfylgjandi at hava ávísa ávirkan á William James ígjøgnum pápan, Henry
Williams, hóast barnaheimið hjá Williami ikki var merkt av strongum kristnum
siðaarvi.
Sagt verður um pápa William, at
hann fann møguleika at víkja frá kalvinismu ígjøgnum skriving hjá mýstikarinum
Emanuel Swedenborg, sum var kendur um tað mundi í Amerika. Granskara eru tó
ikki á einum máli, um hetta førdi við sær, at Henry fullkomiliga stoytti frá
sær kalvinismu, ella um hann humaniseraði hana.
Harafturat er vert at leggja
afturat, at Henry James, víðagitni høvundurin, var bróður William James.
Umvegis lestur undir
listamanninum, William Morris Hunt í Newport, Rhode Island, og lestur innan
vísindi í Geneva, har hann var saman við familjuni, byrjaði hann í 1864 at lesa
læknavísindi við Harvard. Í 1869 vann hann sær prógv innan hesa grein, men
gjørdist tó ongantíð virkandi lækni. Hetta tíðarskeiðið var merkt av sjúku, sum
møguliga grundaðist í, at hann gjørdist sjúkur undir eini ekspeditión við
Amazon ánna, ið hann luttók í árið eftir, at hann byrjaði at lesa læknavísindi.
Tann vánaliga heilsan, sum eitt nú vísti seg við likamligum trupulleikum, eins
væl og tunglyndi og sjálvmorðshugsanum, kom eisini seinni at merkja hansara
lív, m.a. tá hann var boðin at halda teir kendu Gifford fyrilestrarnar í
Skotlandi um religiøsar erfaringar. Umframt hesar fjølbroyttu royndir var hann
eisini í lækna og lestrarørindum í Evropa; eitt nú í París, Geneva og Berlin,
har hann vann sær kunnleika innan sálarfrøði og heimspeki. Í 1873 stóð honum í
boði at undirvísa í fysiologi við Harvard; eitt boð sum hann tók av.
Intellektuella landslagið
Jacques Barzun spyr í bókini A Stroll with William James, (Ein
gongutúrur við William James), um hvønn mun tað ger at fara aftur til William
James? Hann svarar soleiðis: “Hansara tankar, hansara orð, hansara sinnalag
tala inniliga, eins væl og við kraft til mín. Hann ger mær væl. Fyri meg er
hann tann mest umfatandi andin, eg kann lurta eftir, tann mest beinrakni og
tann, ið er minst tálmaður av smálutum. Hann hjálpir mær at skilja, hvat
hansara og míni samtíðarfólk takast við. Eg gangi ein túr við honum aftur og
aftur, tí hann kennir betur enn nakar annar tann materiella og andliga heimin
eg ferðist.”
Undir lestrinum í Evropa hevði
William James nomið sær kunnleika um tað nýliga framkomna felti: sálarfrøði.
Hann hevði lisið undir Wundt, ið ofta verður nevndur saman við Fechner og
Helmholtz, sum slóbrótandi persónar í menningini av royndarsálarfrøði –
sálarfrøði, ið ikki einans byggir á tankavirksemi, men á ymiskar royndir.
Umframt at undirvísa í fýsiologi byrjaði hann í 1874 at hava frálæru í
sálarfrøði, sum hann seinni eisini bleiv professari í. Eitt av týdningarmestu
skriftunum, ið hann læt av hondum, var tvey binds meistaraverkið Principles of Psychology, 1890, (Meginreglur sálarfrøðisins), sum hann var 12 ár um at skriva. Alt
ímeðan hann arbeiðir við hesum verki, byrjar hann eisini at verða alt meira
upptikin av heimspeki – sannkennigarfrøði og metafýsik – sum hann helt hava
eitt grundleggjandi støði í menniskjaligari fatan; harafturat var hann upptikin
av spurninginum um religión.
Enn tann í dag kenda greipa við
empiristum og ratiónalistum var eisini partur at hugmyndalandslagi Williams
James. Í Williamsa optikki var tað ein grundleggjandi trupulleiki við teimum
viktoriansku positivistunum, at teir vóru ov naivir í trúnni uppá fatanar
førleikar menniskjans. Empiristarnir, sum teir eisini verða nevndir, elska
fakta í øllum teimum ymisku háttunum, fakta kann vísa seg uppá. Harafturat helt
hann, at teirra tanka-imperialistiski tendensur at tilskriva vísindi eitt
sonevnt ‘Guds-eyga-sjónarhorn’, sum fann fram til grundleggjandi eyðkenni við
heiminum, ið einans kundu sannroynast av monnum og kvinnum djørv nokk til at
sleppa almennum hugmyndatilfari og religiøsum sannføringum, ikki var nøktandi
sjónarmið.
Um ratiónalistarnar segði hann
m.a., at teir vóru ov fúsir at søkja tað abstrakta. Vansin við ratiónalistunum
er, sigur hann, at teir søkja tankans mynstur og ævigar sannleikar, uttan at
taka menniskjaligar royndir við í teirra metingar. Heimspekisøgan er hervið, í
karikeraðum sniðið, í stóran mun, ein søga um, hvussu ymisk kensluløg stoyta
saman. Eitt nú kenslulagið, ið merkir empiristin at elska fakta, og
kenslulagið, ið merkir ratiónalistin sum elskar meginreglurnar.
Pragmatisma
William James sær pragmatismu sum
ein triðja leikara í mun til empirismu og ratiónalismu. Sum eina hugsjón ið
tekur alla menniskjuna við í háttinum at hugsa, meta og kenna heimin. Í Pragmatism,1907, (Pragmatisma) sigur
hann, at pragmatisma kemur í tveimum bitum.
Ein partur hevur við kenningarlag
ella -hátt at gera. Pragmatisma er ikki ein læra um, hvussu heimurin er settur
saman, ikki ein áskoðan um náttúrulógir og metafýsiskar sannleikar, men ein
skabelón fyri hvussu vit, sum kennandi persónar kunnu ognað okkum eina fatan av
heiminum. Eingin áskoðan, ið ikki ger ein
mun, er verd at verja um. Ella, sum hann sigur, “ Um ongin praktiskur munur
kann vísast á, so eru alternativini praktiskt sæð tað sama, og alt kjak er
óneyðugt.”
Hin parturin hevur við okkara
sannleikshugtak at gera. Klassiska hugtakið inniheldur eina hugsan um, at sannleiki
er samsvar ímillum tankar og veruleikan. William James metir ikki, at hetta er
beinleiðis skeivt, men spyr, í samljóði við hansara pragmatismu, um hvønn mun
tað ger? “Hvørjar royndir”, spyr hann, “eru øðrvísi í mun til tær, vit vildu
fingið, um tankin var ósannur? Stutt og greitt, hvat er virði á fatanini?” Sum
tað eisini á Williamsa samtíð varð víst á, so meta vit at nakrir sannleikar
eru, ið ikki gera ein praktiskan mun. Afturímóti segði William, at pragmatisma
ikki var ein læra, sum segði nakað um hvat er
satt, men er altíð opin fyri at broyta tankar í ljósinum av nýggjum royndum.
Harumframt var tankin, at hugtakið um sannleika ikki einans skuldi síggjast í
ljósinum av her og nú virðinum, men í ljósinum av framtíðar virðinum tá alt er
tikið við í metingini.
Óvandalig pragmatisma
Eg legði út við at siga, at tá
sagt verður ‘um tú heldur tað er gott’, ella ‘um tað virkar fyri teg, so er tað
gott’, so byggir hetta á eina pragmatiska hugsjón. Men samsvarar hendan hugsjón
tonkunum hjá William James?
Tankarnir hjá Williami taka snið
í eini tíð, har vísindi hevur fingið fótafesti. Matematisku formlarnir sigast
at avspegla Guds ævigu sannleikar og hansara ófatandi vísdóm, men fyri
ratiónalistarnir var hendan heimsfatanin atskild frá vanligari hugsan, har
kenslur, spontanitetur og tráan vóru skúgvað til viks. Empiristarnir
harafturímóti elskaðu at vísa á fakta, sum ikki tók við týdningarmiklar partar
av menniskjanum, men royndi bert at seta fram ópartískar sannleikar, uttan mun
til tey virði og tørvir, sum vit síggja heimin ígjøgnum.
Pragmatisma hevur ein íbornan
vanda fyri at blíva til eitt ‘anything goes’, ella ‘alt er líka gott’
sjónarmið. Omanfyrinevndu gerandis setningar eru óivað merktir av hesum vanda.
Kanska eru teir eisini merkir av líkasælu og vantandi umhugsan – alt er ikki
gott, um bert vit halda, tað vera gott. William James hevði ikki tikið undir
við slíkum sjónarmiðum. Um hann hevði, so hevði hann ikki sæð teir vansar, ið
vóru í hansara samtíð, og helst heldur ikki roynt at bróta burturúr nýggjum,
sum hann gjørdi við pragmatiska tankanum.