Eitt sindur um metafýsik
John D. Olsen
At tú ert tann sami í dag, sum tú
vart í gjár, tykist at vera heilt greitt. Men, spyrja vit hvat tað er við tær
sum ger at tú ert tann sami í dag, sum tá tú vart í gjár, er tað ikki líka
einfalt at koma við einum greiðum svarið.
Frøðigrein innan heimspeki, ið m.a.
royndir at koma við einum svarið til spruningin um samleika einstaklinga verður
rópt metafýsik. Málað við grovum pensli er metafýsik heimspekisgrein, ið hevur
sum mál at lýsa, greina og greiða frá veruligu náttúru luta. Hvat tað er sum
ger at einstakir lutir eru tað teir eru; og hvat tað er, sum ger at einstakir
lutir eru teir somu yvir tíð.
Tá evnislýsingin fyri metafýsik er
so ómetaliga breið, er eisini ringt at geva eina neyva greining av frøðigreinini.
Hetta skilst tá vit síggja hvørji evni verða flokkað í hesi grein. Bert fyri at
nevna nøkur fá: hvat er veruliga náttúran
hjá evnislutum og óítøkilum-lutum? Hvat eru orsakir og náttúrulógir? Hvat er samleiki?
Hvat er sambandið ímillum kropp og vitsku? Spruningar um viljans frælsi, um
hvat tíð er, eru eisini evni, sum metafýsik arbeiðir við.
Aðrenn vit venda aftur til spurningin
um samleika einstaklinga, er vert at nerta vit við grundleggjandi spurningar um
prosjekti hjá metafýsisk.
Immanuel Kant
Sum á øðrum økjum, eru heimspekingar
á ymiskum máli, tá tað snýr seg um at geina metafýsik. (Hetta kann tó ikki
verða roknað teimum, ella frøðigreinini til meinboga) Tann klassiska fatanin um
at náa meginsjónarmið er ikki væl lýdd. Fatanin um at metafýsik skuldi siga
hvat tað er, sum er felags fyri allar lutir – at lýsa veru sum veru (being qua being) – verður hildin at vera
gamalt og óbrúkiligt uttanroyndarástøði.
Ein av kendastu heimspekingum,
Emmanuel Kant (1724-1804), sá sítt egna prosjekt, í ansøgn ímóti klassisku
fatanini. Hann segði millum annað, at av tí at skilið kann vísa, at tað er
neyðugt, at alheimurin hevur haft ein uppruna í tíð, og vitið eisini kann vísa,
at tað er óneyðugt, at alheimurin hevur haft ein uppruna í tíð, so er neyðugt
at avmarka rásarúmið hjá vitinum. Vitið kann við øðrum orðum ikki náa til veruligu
náttúru luta.
Ein fyritreyt fyri klassisku
verkætlanini er, at menniskjað hevur beinleiðis atgongd til umheimin. Fyri
Platon vóru hugmyndirnar ella ideirnir tað sanna; innlit í hugmyndirnar
ígjøgnum intuitión var ein fyritreyt
fyri at hava sannkenning. Harafturímóti peikaði Aristoteles á, at teir einstaku
lutirnir lógu sum grund fyri sannkenning; og ikki óítøkiligar ímyndir. Kant
vildi vera við, at hvørki óítøkiligu myndirnar hjá Platon ella teir einstøku
lutirnir hjá Aristoteles kundu vera tað, sum vit byggja sannkenning á. Kant
peikaði ikki á hugmyndirnar, sum Platon, ei heldur á teir einstøku lutirnar,
sum Aristoteles, men á sinnið menniskjans.
Kant metti, at okkara máti at
síggja umheimin verður skapaður ella skipaður av okkara fatanarevnum. Populert
kunnu vit siga at um ikki sinnið ella fatanarevni menniskjans eru skipað soleiðis
sum tey eru, so vildi tað, sum kemur ígjøgnum okkara sansingargøgn, bert verið
óskipað ávirkan frá umheiminum. Vit vildu ongantíð sæð trø ella áir, men bert
óskipaða ávirkan frá trøum og áum.
Kant helt, at tað sum kemur
ígjøgnum okkara sansingargøgn verður filtrað av sokallaðum kategorium. Tá
ávirkanin av lutum er komin ígjøgnum hetta filtur er heimurin soleiðis skipaður,
at vit kunnu gera mun á ymiskum lutum. Av tí at tað, sum vit síggja ella hava
royndir av, er skipað av okkara sinni, so kunnu vit ongantíð, sambært Kant,
hava sannkenning av lutum, sum teir eru í sær sjálvum. Vit kunnu einans hava
sannkenning av lutum sum teir eru fyri okkum – eftir at teir eru filtreraðir ígjøgnum
okkara sinni.
Á hendan hátt hevur Kant flutt
seg frá tankanum, um at vit hava beinleiðis atgongd til umheimin, til at vit
hava eina sokallaða ‘hugtaks-rammu’ ella ‘fatanar-rammu’ (begrebsramme), sum okkara
atgongd til umheimin verður filtrað við. Við hesum er klassiska fatanin um metafýsik
vrakað, av tí at vit ikki kunnu greiða frá veruligu
náttúru luta.
Realisma og anti-realisma
Aðalmálið hjá heimspekini, siga
nakrir, er ikki at náa tað sanna – tað sum liggur sum grund fyri tí sum er; men
heldur at lýsa og greina okkara fatanar-rammu. Sambært hesum heimspekingum, ið
eru samdir við Kant, er tað ómøguligt at sannkenna veruligu náttúru luta; vit
mugu vera nøgd við at lýsa og greina fatanar-rammuna – tað sum ger at vit síggja
og skilja heimin soleiðis sum vit gera.
Av tí at vit ikki náa til lutin
sjálvan ígjøgnum okkara fatanarevni, so krevur hetta broytingar í tí, ið vit t.d.
halda um sannleika. Tá vit hugsa um eina sanna útsøgn, so halda vit ofta, at
tað er okkurt við heiminum, sum ger útsøgnina sanna. Um vit siga, at tað er
satt at bert ein Gud er, so halda vit at útsøgnin er sonn, um (i veruleikanum)
bert ein Gud er. Sambært (radikalum)
fatanar-rammu-ástøðingum, er tað ikki veruleikin ella partar av honum sum gera omanfyri
nevndu útsøgn sanna. Útsøgnin er sonn, um útsøgnin kohererar, ella hongur saman við tí, sum annars verður
hildið um veruleikan; og ikki tí at tað bert er ein Gud til.
Tankin hjá Kant, um at vit ikki
kunnu siga hvussu einstakir lutir veruliga eru, hevur givið gróðrarbotn fyri
fleiri sokallaðum anti-realistiskum heimspekisstevnum. Av tí at vit ikki hava
beinleiðis atgongd til heimin, kunnu vit ikki nýta hann sum grundarlag fyri
okkara ástøði; grundarlagið fyri ástøðini er tískil okkara fatanarramma.
Ein nútímans heimspekingur, ið er
skeptiskur um ástøðina at menniskjað hevur beinleiðis atgongd til heimin, er
Richard Rorty (1931 - ). Rorty er kendur fyri at hava brúkt ‘spegils-myndina’
sum lýsing av tankanum um at vit hava beinleiðis atgongd til umheimin. Men,
sigur Rorty, spegils myndin er alt annað enn góð.
Tað er í roynd og veru ikki
soleiðis, at vit spegla veruleikan ígjøgnum okkara sinni. Ofta hevur vitan ella
royndir, sum vit hava ognað okkum áður, stóra ávirkan á tað, sum vit t.d.
síggja. Tískil, heldur Rorty, at realisma ikki er nøktandi fyri hvussu vit
skoða og meta um veruleikan. Okkara fatanarramma hevur ávirkan á tað, sum vit
síggja, á ein slíkan hátt, at tað er neyðugt at ganga burtur frá ástøðini um at
beinleiðis samband er ímillum heimin og okkara fatanargøgn.
Persónligur samleiki
Eitt av omanfyri nevndu evnum, ið
metafýsik fevnir um, er samleiki. Hvat ger at vit halda okkum vita, at vit eru
tey somu í dag, sum vit vóru í seinastu viku? Á hvat grunda vit hesa vitan? At
Pól er tann sami, sum hann var tá hann var føddur, merkir ikki, at hann er júst tann sami. Pól er nógv broyttur –
hann er størri enn hann var, tá hann varð føddur; hann hevur ognað sær fleiri
eginleikar o.s.fr.
Richard Rorty
Ein máti at grunda eitt svar uppá
samleika spurningin er við at siga, at Pól er tann sami, av tí at hann hevur
sama likam. At byrja við sær hetta út til at vera eitt gott svar, men vísindi
sigur, at vit skifta allar kyknurnar út í likaminum fleiri ferðir um ári. Pól
hevur tá alt kemur til alt als ikki sama likam, sum tá hann var føddur. Harvið
er ómøguligt at siga at hansara likam, ella okkurt við hansara likami er tað,
ið grundar hansara samleika.
John Locke
(1632 – 1704) spyr í
síni roynd at koma við einum svari uppá spurningin um samleika, fyrst, hvat ein
livandi persónur er. Hann heldur at ein persónur “er ein tonkjandi vera, ið hevur
vit og kann umhugsa, og tonkja seg sjálva sum seg sjálva, sum tann sami tonkjandi
luturin á ymiskum støðum til ymiskar tíðir”. Hann sigur at hetta grundast einans
í “tilvitanini sum er óloysilig frá hugsanini, og sum sær út til at vera neyðug
fyri hana.” Vit spyrja víðari, saman við Locke, hvat tað er við tilvitanini,
sum samleikin grundast í? Hann leggur afturat at persónligur samleiki røkkur
einans “so langt sum tilvitanin røkkur aftur í tíð: aftur til fyrr gjørdar
gerðir og tonktar tankar – einans so langt røkkur samleiki einstaklinga”. Locke
grundar samleika-ástøði í minninum. Samleikin hjá Pól røkkur einans til tað,
sum Pól minnist.
Trupulleikin við hesi ástøði, sum
Thomas Reid (1710-1796) var lutvíst samdur í, er, at vit hava lyndi til at,
siga at Pól er tann sami, sum hann var, t.d. tá hann fylti 14 ár, sjálvt um
hann ikki minnist tann dagin. Men, sigur Reid,
“tann sannføring sum øll hava av samleika, so langt minnið røkkur,
tørvar ikki heimspeki at styrkja hana, og onga heimspeki til minka hana – uttan
harvið fyrst at virka vitleys.”
Hinvegin vil Kant vísa á, at
samleiki ikki er ein eginleiki hjá lutum, men heldur ein liður í mátanum ið vit
skoða veruleikan uppá. Skildømandi verur, eins og vit, leggja út í veruleikan
tankan um samleika sum part av háttinum, ið vit sannkenna veruleikan.
Ásannandi at omanfyristandandi er
einfalding av stórum og truplum umtalsevnum innan metafýsik, loyvi eg mær tó at
vísa á tvær heimspekistevnur í omanfyristandandi. Anti-realisma metir at
veruleikin, sum vit kenna hann, er heftur at skildømandi skapningum. Harvið
hava vit ikki møguleikan fyri at siga hvat veruliga nátúra luta er, umframt at
vit ikki kunnu vísa á grundina til samleika einstaklinga – kanska er samleiki
luta og einstaklinga ein fyritreyt fyri, at vit yvirhøvur kunnu vera
skildømandi. Realisma sigur, at veruleikin stórt sæð er sum hann er, óheftur av
okkara fatanarevnum, og at vit tískil kunnu kenna veruligu nátturu luta.
Harumframt kann realisman vísa á, at vit kunnu (møguliga) greiða frá samleika einstaklinga
við t.d. nútímans ílegutøkni. Ein triðja stevna er at hóma í tonkum Locke’s og
Reid’s. Reid var lutvíst samdur við Locke í at samleiki einstaklinga grundast í
minninum, men helt at tað var óneyðugt at grunda samleikan, av tí at um tað var
gjørt, so endaði tað ofta í vitloysi.