Kladda
Naturalisma
Greinarøð í
2 pørtum
Naturalisma – seinni partur
Ateisma – gudsavnoktan
Upprunin til
filosofiska naturalismu finna vit m.a. í týðandi kendum filosoffum, so sum
Descartes, Hume og Kant. Serlig eyðkenni eru teirra avmarkingar til tað, ið vit
kunnu kenna ella vita. Sjálvt um hvørki Descartes ella Kant vóru gudsavnoktara,
so hevur eftirtíðin víst, at teirra filosofi hevur lagt lunnar undir
filosofiska rákið, ið kallast natturalisma har eitt týðandi eyðkenni er
gudsavnoktan. Her verður at nerta við natturalismu, sum eina heimsáskoðan, ið
ikki hevur rúm fyri Gudi ella gudum í teirra ontologi.
Ateisma
Vantandi
trúgv á ein metafýsiskan veruleika verður av og á sipa til sum ateisma. Men
etýmologiska merkingin av “ateisma” sipar beinleiðis til ein handanroyndar veruleika, ið oftast verður nevndur Gud, ella
gudar. Tískil er ateisma, ikki ein
diffus noktan av einumhvørjum handan okkara sansir, men noktanin av Gudi ella
gudum.
Eg vil her
nema við nøkur grundleggjandi sjónarmið, sum Julian Paggini leggur fyri dagin,
í hansara Atheism – A Very Short
Introduction frá Oxford University Press – grundleggjandi sjónarmið ið
ikki, sum hann sigur, taka kenslusíðuna við, men fokusera á skili og tað
skilborna. Hetta verður gjørt sjálvt um, at trúgvin ella sannføringin um at
eingin Gud er, og sannføringin um at Gud er, aloftast verður borin av djúpt
sitandi og bylgjandi kenslum.
Hoyrir tú
teologar, filosofar og onnur tjakast um hetta evnið, so verða sjónarmiðini
javnan løgd fram, á ein slíkan hátt, at einhvør sum skilir hvat ið sagt verður,
eigur at lata seg sannføra. Hetta er bæði galdandi tá teistar eru undir vektini
av grundgevingum av ateistum og mótsatt. Tað er javnan ov sjálvsagt, fyri tann
partin ið førir fram sjónarmiðini, at tey byggja á sannleikan á økinum – av og
á, eisini sannleikan við stórum S.
Vit kenna
kanska frá okkum sjálvum, tá vit geva okkum út í at tosa og kjakast um hetta
týdningarmikla evnið, hvussu kenslurnar hava ein avgerandi leiklut, ein leiklut
ið kann dylja tað alment menniskjaliga og felags forstáilsi í einum slíkum
kjaki.
Eitt vet djúpari
Væntandi
trúgv uppá Gud, ella trúgvin at eingin gud er, er sum vit longu hava nomið við,
hvat ateisma merkir. Javnan kemur fyri oyra, at ateistar líkaleiðis avnokta,
sum ein part av teirra heimsáskoðan, at eingin Gud og eingin moralur er (vent verður aftur til hetta niðanfyri) ella,
at eingin Gud og eingin meining er
við lívinum, ella at eingin Gud er og
eingin menniskjalig góðska. Men verður peika á, hetta er ikki knýtt at ateismu.
Ateisma er ein einføld noktan av eksistensinum av Gudi.
Tó kunnu vit
skjótt gerast á einum máli um, at einhvør sannføring hevur aðrar sannføringar
tengdar at sær; ikki einans søguliga, men eisini hugsjónarliga. Sentrala
hugtakið her er naturalisma, við merkingini, at tað sum er, er náttúrligt og
ikki super-náttúrligt. Í filosofiskum høpi, verður naturalisma av og á sammet
við fýsikalismu – trúgvin at alt sum er, er fýsiskt. Tað er kortini ikki
neyðugt fyri ateistin at vera so avgjørdur í hesi søk t.d. kann ateisturin
trúgva at kærleiki og vakurleiki eru veruleikar, ið ikki eru beinleiðis
fýsikalskir eginleikar, men heldur eitt epi-fenomen, eitt fylgi fenomen, hvørs
kausalir basar eru fýskikalskir.
Veikur og sterkur grundir
Ein týðandi
skilnaður, ið Baggini ger, er, skilnaðurin ímillum hvat hann metir eru sterkar
og veikar grundir, ella sterkur og veikur evidensur. T.d. sigur hann, at tað er
strerkur evidensur fyri at vatn frystur við null gradir selsius, og bert veikur
evidensur fyri tí øvuta – bert anekdotur
og aðrar søgur vísa á tað øvuta. Somuleiðis við Gud ella ikki Gud. Tað er bert
veikur evidensur fyri teismu, so sum søgur um at onkur hevur uppliva okkurt. Í
øllum førum er sjáldan, um nakrantíð slíkur evidensur, at hann kann vera
endurroyndur, so sum vit kenna tað frá vísindaligum royndum. Júst hetta at
evidensurin – ella tað sum liggur til grund fyri einari niðurstøðu – kann verða
endurtikið ferð eftir ferð, sermerkir sterkan evidens.
Hvør er tann
sterki evidensurin fyri ateismu? Fyrst og fremst er hesin evidensurin knýttur
at vísindarligari framgond – farmgongdini hjá naturalismuni. Frá at hava
postulera sálir og aðrar órannsakandi støddir, vísa vísindalig úrslit at eingin
tørvur er á slíkum. Hvør, t.d. hevur sæð eina sál? Frá at hava haft Gud sum
besta frágreiðing til lívsins uppruna o.s.fr., vísa nýmótans vísindalig úrslit,
at eingin tørvur er á slíkum metafýskisum instansum. Tann besta – tann mest
einfalda – og mest samanhengandi frágreiðining uppá tey fyribrigdi, ið vit møta
í gerandisdegnum, tørva ikki Gud. Ein heimssáskoðan uttan Gud, er harvið tann
besta frágreiðingin uppá okkara fjøltáttaða møti við veruleikan. Sostatt varð
Gud kroystur longur og longur burtur úr okkara áskoðan, í takt við vísindaliga
framgongd. At Gud er kroystur longur og longur burtur, grundast ikki í einari
serligari viðgerð av Gudi, men er ein partur av framburðinum hjá naturalismuni,
ið ikki bert hevur kroyst Gud úr okkara hugtaksrammu, men eisini hobittar,
andar og djevlar.
Um handan
áskoðanin hevur nakra ávirkan á teistin, avhongur sjálvandi um viðkomandi metir
Gud vera besta forkláringin uppá tey fyribrigdi ið hann ella hon møtir. Um
ikki, so eigur omanfyristandandi ikki at hava nakra beinleiðis ávirkan uppá
metafýsisku støðutakanina hjá viðkomandi – hann/hon trúði ikki at Gud var, av
tí at Gud var besta forkláringin uppá eitthvørt. Tann ið ikki letur seg
sannføra av naturalismu, vil kanska føra fram, at naturalisma megnar ikki at
geva menniskjalívinum eina meining. Um naturalisma er sonn, so eru vit ikki
annað enn tilvildarlig úrslit av tilvildarligum prosessum.
Moral
Fyri at taka
afturíaftur tjakið um moral, so verður javnan ført ímóti ateismu, at um eingin
Gud er, so er heldur eingin moralur.
Baggini er
væl kunnaður um hesar atfinningar, men metir ikki at tær hava nakra kraft til
at vísa á beinleiðis vansar, ella vandar við ateismu. Tvørturímóti. Um Gud er
garantur fyri moralskari handling, ella fyri hvat ein røtt og góð gerð er, so
vildi tað verið ómøguligt fyri ein naturalist at gera eina rætta og góða gerð;
men tað skríggjar av mótsøgn í mun til okkara gerandis fatan. Kunnu ateistar
ikki gera góðar og rættar gerðir?
Harafturat,
eigur teisturin at kunnu greiða frá, um tann góða og rætta gerðin er góð og
røtt, av tí at Gud heldur at hon er góð og røtt, ella um Gud heldur at tann
góða og rætta gerðin er røtt og góð tí at hon er góð. Hesin trupulleikin er kendur undir heitinum
Euthypryos tvístøða. Um tað fyrra er galdandi, so hevði t.d. torturir veri
góður um bert Gud vildi tað soleiðis! Men at pína kann ongantíð vera gott og
moralskt – í øllum førum sambært hugskygni hjá teim flestu. Um torturur ikki
kann vera rættur, so vísur tað okkum, at tann rætta og moralska gerðin er óheft
av Gudi, og tískil grundast moralur ikki í einum Gudi – ella fleiri um tað skal
vera. Um tað seinna, so er moralur óheftur av Gudi; tað kohererar – hongur væl saman
– við naturalismu. Um so ein Gud er, (tað halda naturalistar ikki) so hevði tað
góða verið gott uttan mun til um Gud vildi tað – hann heldur at tað góða er
gott, av tí at tað er gott.
Sjónarmiði
hjá Ivan Karamazov (eingin Gud er, tí er alt loyvt) hevur als einki við
veruleikan at gera. Misskiljingin stavar frá einari legalistiskari uppfatan av
Gudi sum lóggevara og dómara, kryddað við søgum um at Gud altíð hevur vakið
eyga við gerðum menniskjans, og lønar góðum gerðum við góðum, og illum við
illum. Ikki í hesum lívinum, væl at merkja, men í tí komandi!
Menniskja og moralur
Enn er einki
sagt um í hvørjum moralur so grundast sambært ateismu. Tá moralur ikki grundast
í einum handanroyndar – metafýskiskum – veruleika, so má tað vera í náttúruni –
nærri tilskilað: í menniskjanum.
Hví skalt tú
uppføra teg moralskt? Her eru tvinnir møguleikar. Annaðhvørt grundast tann
rætta og moralska gerðin í einum ikki-moralskum fyribrigdi, ella í einum
moralskum fyribrigdi. Tað ikki-moralska svarið kundi sagt, at tú skalt vera
moralskur, av tí at tað loysir seg best – eitt nú, tí at tú so verður glaðari.
Hesin møguleikin vísir seg skjótt at renna inní trupulleikar: tann moralska
gerðin er júst ein gerð, ið ikki tekur egna gleði sum mál. Ella tú kanst siga
at vit eigi at uppføra okkum moralskt, tí at vit burdi uppført okkum moralskt. Hesin møguleikin hevur tann keðiliga
vansan, at hann gongur í sirkul: hví burdi/átti vit at uppført okkum moralskt
upprunaliga? Ein rættuliga snævur sirkul. Hesin grundleggjandi trupulleikin
fyri siðafrøði, heldur Baggini, er eingin beinleiðis meinbogi, men heldur ein
ábending um at moralur ikki grundast í einum einføldum fyribrigdi, ið væl at
merkja, naturalistar eru eins væl fyri at vísa á sum super-naturalistar.
Ateisma - ein fylgja av naturalismu
Ateisma, ein
fylgja av filosofiskari naturalismu, grundast í møguleikanum at greiða frá tí,
sum møtir okkum í gerandisdegi okkara, eins væl og tí, sum
vísindamaðurin/kvinnan møta í teirra arbeiði. Fyrr – tá vísindi ikki megnaði at
greiða frá ymiskum fyribrigdum, so sum, hvat vitska er, hvussu jørðin bleiv til
og hvussu lív upprann – var Gud nýttur sum ein forkláringsmodel uppá hesi, tá,
óforkláriligu fenomen. Í dag – nú vísindi gevur okkum møgulig svør uppá hesar
spurningar – verður tann gamla forkláringin, skúgva til viks; hon fær minni og
minni pláss í heimsmyndini.
Hervið er
tað eisini, sambært Julian Baggini, rættuliga óheldugt, at ateisma oftast
verður greina negativt, sum ein noktan av Gudi. Rættari hevði verið um tann søguligi
parturin hevði fingið betur pláss; nevniliga, tann parturin av søguni sum
sigur, at ateisma er ein avleiðing, ella ein fylgja av positivu sannroyndini av
upplýsingartíðini, har rationalistiski arbeiðshátturin vann fram. Hetta vil við
øðrum orðum siga, at tað skynsamasta er ikki at greina ateismu út frá noktanini
av Gudi (hóast etýmologiska týdningin), men heldur út frá naturalismu, ið hevur
gjørt Gud til yvirs – Gud er ein óneyðugur partur av heimsáskoðanini.