Eitt sindur um heimspeki – sannkenningarfrøði

 

John D. Olsen

jdalo@msn.com

 

Í gerandis máli verður hugtakið sannkenning sjáldan haft á lofti. Harafturímóti hoyra vit dagliga, at onkur sigur seg vita eitthvørt. Tá onkur sigur seg hava vitan um eitthvørt, skilja vit vanliga, at viðkomandi hevur kunnleika um, ella greiðu á einum ávísum evni; viðkomandi veit eitthvørt.

 

Sannkenning – vitan um eitthvørt

Húsasmiðir vita hvussu eitt hús kann smíðast. Læknar vita hvussu lungnabruni kann lekjast. Útróðrarmenn vita hvar tey bestu miðini eru. Tey flestu vita hvussu tey eita, og hvar og nær tey eru fødd. At hava og at ogna sær vitan, verður javnan roknað sum ein dygd. Mett verður at vitan er góð at hava. Vitan er makt ,verður ofta tikið til. Um tú hevur vitan, hevur tú møguleikar, kenna vit eisini frá gerandis máli.

 

Tann grundleggjandi spurningurin innan hesa heimspekisfrøðigrein, tað er sannkenning, er: hvat er vitan? Í nútíðar heimspekishøpi eru stórt sæð tvey svør til hendan spurning. Vert at leggja sær í geyma, at vitan ella sannkenning er ein relation ímillum ein tilvitandi persón og ein part av veruleikanum. Ofta verður hendan relatiónin medierað av einari sannari propositión. Ein propositión er ein óítøkiligur lutur, sum kann vera sannur ella falskur. Hærnæst meta partarnir í kjakinum, at vitan er sonn meining (belief) pluss okkurt annað (Onnur hugtøk sum vit eisini kunnu nýta ístaðin fyri to believe er, at  halda, og at trúgva). Spurningurin um hvat vitan er, sný seg so um, hvat hetta annað er. Passandi er at byrja við at hyggja at einum av undangongu monnunum hjá nútímans sannkenningarfrøði – fyri ikki at siga heimspeki sum heild.

 

 

Er tað møguligt at hava sannkenning?

René Decartes (1596-1650), franskur heimspekingur, støddfrøðingur og náttúruvísindamaður, sigst at vera upprunin til nýtímans vesturlendska heimspeki. Eitt av hansara aðalmálum var roynd hansara at grunda sannkenning. Roynd hansara gekk í stuttum útuppá at finna eitt grundarlag, sum ikki var møguligt at ivast í. Ein grund til hetta var, at fleiri av hansara meiningum, ið hann hevði tikið fyri givið, sum ungur, ikki vóru sannar. Harvið ynskti hann at “einaferð fyri allar” at “ógilda alt, og byrja heilt av nýggjum”. Hann tekur soleiðis til: “Av tí at eg ynskti at geva meg fult yvir til at søkja sannleikan, helt eg tað verða neyðugt at vraka alt, ið eg kundi ivast í sum fullkomiliga falskt, fyri at síggja um nakað yvirhøvur er eftir tá at meina ið er ómøguligt at ivast í.” Til hetta mál nýtti hann tann sokallaða metodiska ivan, sum skuldi finna fram tað, ið hann ikki kundi ivast í. Uppá hetta grundarlag – tað sum ómøguligt er at ivast í  – skuldi so øll sannkenning byggjast.

 

Tað eru tvey argument, ið hann nýtur til hetta endamál: tað sokallaða dreyma-argumenti, og tað sokallaða ‘illur andi’ argumenti. Sambært tí fyrsta sigur Descartes: “Eg eri komin eftir at míni sansingargøgn av og á leiða meg til ósannar meiningar. Tískil er tað ikki klókt, at líta fullkomiliga á tað, sum einaferð hevur leitt til ósannar meiningar.” Sjálvt dagligar meiningar um at hann situr framman fyri eldstaðin, kundi vera ósannar, av tí at eingin trygd er fyri, at fatanin (meiningin) ikki er ein dreymur. Hóast Descartes hevði royndir av at sita framman fyri eldstaðin, so kundi hann ikki fullkomiliga líta á síni sansingargøgn, av tí at tað var møguligt, at hann droymdi, at hann sat framman fyri eldstaðin. Alt hansara royndar-rúm var sambæriligt við, at hann droymdi.

 

Sambært tí næsta argumentinum, sum um dreyma argumenti ikki var nokk, ímyndar Descartes sær ein illan anda, sum miðvíst ógildar allar hansara royndir. Alt, sum hann trýr, er veruligt – himmal og jørð við teirra lutum – kann vera tankar sum eru givnir honum av illa andanum, fyri at snýta hann.

 

Sjálvt tá hesin víðgongdi ivin verður givin leysur, finnur Descartes ein sannleika, sum hann ikki kann ivast í: at tað er okkurt sum hugsar. Hann sigur “Lat illa andan snýta meg so nógv sum honum lystir, hann kann ongantíð bera so í bandi, at eg einki eri so leingi ið eg hugsi, at eg eri okkurt ... eg eri, eg eri til, er heilt víst.” Tað er í hesum sambandi, at hann kemur fram til tað, sum han óiva er mest kendur fyri, nevniliga cogito ergo sum (eg hugsi, tískil eri eg). Um alt – uttan cogito ergo sum – metti Descartes, at hann kundi ivast. Við hesum sigur Descartes, at ein grund, ið ikki var møgulig at ivast í, varð stovnað.

 

Tá Descartes hevði nátt tað, ið hann ikki kundi ivast í, byrjaði hann at byggja upp hansara hugsjónir, soleiðis at tær kundu geva honum vitan. Eitt tað fyrsta sum Descartes vísir er, at ein allgóður Gud, er sum ikki ynskir at snýta hann. Harnæst er tað hansara hugsjón, at einans teir tankar, ið eru “klárir og týðiligir”, kunnu geva honum vitan – teir tankar, sum standa heilt klárir fyri hansara sinni hava slíka kraft í sær, at teir geva sannkenning. Tað er sjálvandi av alstórum týdningi fyri Descartes, at Gud ikki hevur í hyggju at sníta hann.

 

Vitan, søgdu vit, var sonn meting umframt okkurt annað. Fyri Descartes verður tað so sonn meting, ið er klár og týðilig. Descartes metti, at um hansara meining var klár og týðilig, so kundi hann tilskriva sær sjálvum sannkenning.

 

Tey tvinni svørini uppá hvat sannkenning er, snúgva seg um hesi evni: hvat lærir tann skeptiski møguleikin okkum, og hvønn leiklut hevur tað at einstaklingar siga, ella halda seg hava klárar og týðiligar metingar. Báðar leiðirnar taka útgangsstøði í, at menniskjað hevur sannkenning, men skiljast tá sannkenning verður skilmarkað.

 

Internalisma og eksternalisma

Internalisma. Í roynd at skilmarka sannkenning meta internalistar, at tey krøv, sum skulu verða uppfylt, eru intern fyri subjektið. Um Descartes metir seg hava góðar grundir til at halda, at hann situr framman fyri eldstaðin, so hevur hann sannkenning um hesi viðurskifti. Í hesum døminum hava vit skift klár og týðilig meting út við góðar grundir. Hvat góðar grundir eru, verður soleiðis avgerandi fyri hesa skilmarking. Uttan at koma nærri inn á smálutir er tankin, at einstaklingurin skal verða rættvísgjørdur í sínari meining, eins og Descartes metti, at hansara meining var klár og týðilig – hetta var sostatt rættvísgeringin hjá Descartes. Rættvísgeringin er soleiðis háttað, at hon gevur einstaklinginum eina vissu, sum sambært internalistum er sterk nokk at skúgva til viks møguleikan, at alt er t.d. ein dreymur. Internalistar halda seg sostatt til eina sokallaða trýbýtta greining av vitan: rættvísgjørd meining, ið er sonn. Samanumtikið siga internalistar, at tað ið er avgerandi fyri um sannkenning er nádd, eru intern viðurskifti hjá einstaklinginum. Tað er ymiskt hvat góðar grundir eru, men hjá internalistum verða góðar grundir knýttar at tí, ið einstaklingurin sjálvur kann avgera.  

 

Eksternalisma. Hinvegin meta eksternalistar, at sannkenning ikki skal greinast út frá internum viðurskiftum hjá einstaklinginum – um eg haldi meg hava góðar grundir, ella tílíkt. Tað sum er avgerandi, er at ognanin av tilvitan er álítandi. Nær henda ognan er álítandi sæst ikki við at hyggja inn í okkum; men eru faktorar sum vit vanliga ikki hava tilvitan um. Ein máti at lýsa hugsanina er við at samanbera sansingargøgnini hjá einstaklingum við eitt tól. Ein hitamátari t.d. er álítandi, um hann vísur tann rætta hitan í tí umhvørvinum, hann er í. Eins og ein hitamátari í vanligum umstøðum, tá hann virkar sum hann skal, vísur tann rætta hitan, so vilja sansingargøgn, ið virka sum tey skulu, undir røttum umstøðum, eisini vísa tað røttu fatanina av umhvørvinum. Um so er, hevur einstaklingurin sannkenning.

 

Eitt sereyðkenni fyri eksternalismu er, at hon ímóti internalismu ikki krevur, at einstaklingurin skal sjálvur halda seg hava góðar grundir. Á hendan hátt tekur eksternlisma í álvara møguleikan at taka feil; hon roynir ikki at koma við góðum grundum. Hon metir at líkamikið hvussu góðar grundirnar eru, so eru tær ongantíð nøktandi fyri at vísa aftur møguleikan, at tað er ein dreymur ella meinfýsin andi, sum er upprunin til fatan.

 

Hesi bæði svørini upp á hvat vitan er, eru bert grovar skitsur av kjakinum. Ymiskt er hvussu lýsingin av teim álítandi sansingargøgnum er, og av hvat góðar grundir eru. Felags er tó, at sannkenning er sonn meting – tilskriving av vitan er bert galdandi tá tað, sum mett verður, er satt.